Hesum boðar fótbóltsfelagið í Sørvági, 07 Vestur frá.
Einar og Julian, sum báðir fylla 17 ár í heyst, spæla vanliga við U17-liðnum hjá felagnum, men hava eisini verið fastir fúsir í 1. deild, har teir hava spælt níggju dystir.
Julian hevur eisini verið á bonkinum hjá besta liðinum til dyst í steypakappingini suðuri á Tvøroyri, tó uttan at koma inn.
Einar Thorgrímsson er úr í Sørvági og Julian er úr Sandavági, og báðir hava fingið sína fótbóltsuppaling í 07 Vestur.