Einaræðið Føroyar

   

Petur S. Johannessen, Vágur
????????????????????????

Nú tá í vit eftir øllum at døma hava fingið einaræði í Føroyum, er so at spyrja, hvat í hægstu leikmennirnir í landsstýrinum hugsa, tí tað er greitt, at fjølmiðlarnir avgera, hvør situr í landsstýrinum, og hvussi leingi hesir skulu verða har.
Tað bleiv staðfest, tá Jóaness Eidesgaard loysti Johan Dahl úr embætinum sum fiskimálaráðari við tí grundgeving, at hann ynskti arbeiðsfrið, og tískil er Johan Dahl tyngjandi fyri ta sokallaða politisku skipanina, eftir at tað bleiv greitt, at nakrar ógrundaðar blaðgreinir, sum Johan Dahl ikki kan forða nøkrum at skriva, fáa løgmann at fella landsstýrismannin. Hesar greinir hevur Johan Dahl nú afturvíst sum villur heilaspuni.
Ja hetta er ikki Hollywood, men rama álvara, hetta er støðan í Føroyum í dag, hvar eru vit nú henni, eg havi ikki hoyrt líknandi, hetta er púra óseriøst harra løgmaður, og sera vánaligt at tapa fyri einari óseriøsari pressu, sum kanska spælir við heilt øðrum tónum.
Ein vinnulívsmaður kann altíð fara av knóranum, tað skal bert ein nóg stór feilíløga til, so skramblar alt korthúsið, óansæð hvussu væl fyritøkan er fyri, tí meti eg einaferð enn, at tað var sera óheppi at løgmaður segði Johan Dahl frá sum landsstýrismann í fiskivinnumálum, tí tað er fyri mær púra burturvið at koyra hann frá, við tí grundgeving at fáa arbeiðsfrið.
Hvør vinnulívsmaður tímir nú at fara inn í landspolitik, fjølmiðlarnir skulu bert skriva ræðusøgur, so verður hesin landspolitikari tyngjandi fyri politisku skipanina, og hvat hendir so løgmaður?
Eisini er tað sera harmuligt, at løgtingslimir í Sambandsflokkinum ikki standa saman um landsstýrismannin, hesi somu valdu at stuðla tværferðir, har niðurstøðan var, at Johan Dahl skuldi verða umboðið í landsstýrinum hjá Sambandsflokkin, hetta sigur bert, hvussu støðan er í Sambandsflokkinum í løtuni, ein glantrileikur uttan sín líka.
Tað hoyrir ongastani heima at býráðslimir krevja ein landsstýrismann frá, sum einki skeivt hevur gjørt, bara tí tey eru fornermaði, hvat er hetta fyri nakað, hetta er ikki Mopped Show, hava tey áhuga at verða í landspolitikki er bert at royna at koma á listan til løgtingsvalið.
Tað er langt síðani, at ein samgonga hevur sitið, sum ongan landsstýrismann hevur havt við beinleiðis bakgrund í vinnulívinum, nú eru tað fýra lærarar, ein skrivstovumaður, ein grannskoðari og ein samfelagsfrøðingur í landsstýrinum í dag, ikki tí at eg vil undirvurdera hesar, men eg meti, at balansin ikki er nøktandi, tann vinnuligi parturin er ikki umboðaður, og er tað sera óheppi.
Tað er ógvuliga álvarsamt, um vit í Føroyum fáa tann tendens, at vinnulívsfólk ikki tíma at fara aktivt inn í politik meira, tí støðið er sera lágt í løtuni, so meti eg at vit tapa landsdystin áðrenn hálvleik.