Einaræði

- við fundamentalistiskari islamistiskari sosialismu kontra norðurlendskum vælferðarsamfeløg við demokratiskari sosialismu

Nógv skal mann hoyra, áðrenn oyruni detta av.
Ein fólkafloksmaður viðm. til síðstu grein mína: ábyrgdarleysur flokkur - at sosialisman hevur spælt fallit, tí at norðurafrikansku einaræðislondini við fundamentalistiskari islamistiskari sosialismu hanga við reyvuni í vatnskorpuni, og fólkið flýggjar norðureftir.
Harra mín Guð, hvussu lágt kann støðið blíva?
Í norðurlondum hava javnaðarmenn og sosialistar annars saman við øðrum góðum fólkum uppbygt vælferðarsamfeløg, ið eru kend kring allan knøttin og eru fyrimynd hjá mongum.
Hetta politiska arbeiði hevur alla tíð verið og verður framhaldandi mótarbeitt bæði á legalan og illegalan hátt av øllum høgraradikalum politiskum kreftum herundir eisini hinum føroyska fólkaflokkinum, og hesar kreftirnar hava bert havt nakað til yvirs fyri einum av teimum mongu sløgunum av sosialismu, nemliga nationalsosialismuni.
Annars mugu mong óivað kenna sjónleikin Erasmus Montanus, har Erasmus dregur sína logisku feilniðurstøðu, tá hann ´prógvar', at hann kann gera mammu sína til ein stein.
Ein steinur kann ikki flúgva - mamma kann ikki flúgva - ergo er mamma ein steinur.
Okkara heimligi Erasmusar gera á sama hátt, tá talan er um fundamentalistiska islamistiska sosialismu og norðurlendska demokratiska sosialismu. Keine hexerei, nur behændickeit.
Hesir høgraradikalu vísa annars til kapitalismunnar háborg USA.
Har er teirra jarðiska Paradís: lágur skattur - øgiligur stættarmunur - nógvir millióningar og milliarderar - men enn fleiri blóðfátøk, ið bert kunnu metta seg av molunum frá ríka mans borðið úr ruskposunum, og sum als ongar møguleikar hava at søkja sær læknahjálp, tá tørvur er til tess, tí peningur er ongin at gjalda við.
Mann ótalið av fríkirkjum og annars religiøsum sektunum, ið sveima í og um USA, nakrantíð hava lisið um ríka mannin og Lazarus?
Og USA stendur nú á fíggjareggini og kann glíða út av, um Kina ikki gevur teimum eina hjálpandi hond. Er hettar lagnunnar speisemi?
Í hvussu er og ikki, so er neyðugt hjá okkum øllum, ið virðismeta vælferðarsamfelagið, framhaldandi at fasthalda ein politik við einum menniskjansligum andliti har frælsi, javnaður og brøðralag verður fasthildið sum stevnumið.
Men hetta krevur, at ein viðvarandi uppgerð má takast við tey, ið bert stríðast fyri: meg, mítt og míni undir devisuni: vertin á hvat annar fær, eg skal nøra mær.