Einar Tróndargjógv Hansen er ein teimum ungu leikarunum hjá NSÍ, sum í ár veruliga hevur fingið sítt gjøgnumbrot, og eitt úrslit av hesum er, at hann nú sær út til at hava vunnið sær pláss á føroyska A-landsliðnum, sum vinstri bakkur, hóast hann enn bert er 19 ára gamal. - Einar er ein at okkara ungu og evnaríku leikarum, sum veruliga hevur møguleikar fyri eini stórari framtíð sum fótbóltsleikari. Tað hevur hann serliga fingið víst í ár, og fegnast vit tí sjálvsagt um, at hann eisini komandi ár leikar við NSÍ, sigur Dánial Petur Hansen, formaður í NSÍ, í stuttari viðmerking til heimasíðu felagsins.