Einar einar rættvísar og frælsar Føroyar

Navn: Maud Wang Hansen

Bústaður: Sornhúsgøta 6
100 Tórshavn
Tel.288 606
Teldupostur: mwh(at)kallnet.fo
Starvsheiti: Námsfrøðingur

 

Eg eiti Maud Wang Hansen, og á tjóðardegi okkara í ár varð er 50 ár. Eg kalli meg nólsoying, tí har vaks eg upp hjá ommum og abbum. Foreldrini búðu í Havn, og her havi eg gingið í skúla. Børnini eru trý, Villiam 34 ár, Jónas 24 ár og Sonja 21 ár. Maður mín, Fríðrik Sivertsen, sum er av Viðareiði, eigur eisini trý vaksin børn, Erland, Linda og Jóanes og tveir abbasynir.

 

Í 1998 fekk eg starv sum leiðari á Verkstaðnum Vón og havi eg starvast har øll árini, umframt eitt tíðarskeið, har eg var leiðari á einum sambýli fyri fólk við serligum avbjóðingum. Í 1999 varð eg á fyrsta sinni vald í nevndina í Føroya Pedagogfelag. Í 2002/03 tók eg eina diplomútbúgving í pedagogikki.

 

Í 8 ár sat eg í nevndini fyri Tórshavnar musikkskúla, flestu árini sum forkvinna.  Í 2010 fekk eg prógv sum Marte meo terapeutur, og á vári í 2010 varð eg vald forkvinna í Føroya Pedagogfelag og havi røkt hetta álitisstarv í góð fimm ár. Nú er stundin komin til nýggjar avbjóðingar. Politikkur og samfelagsviðurskifti hava mín stóra áhuga; tí eri eg uppstillað á lista E.

 

Umfamt arbeiðsroyndir og ymsar útbúgvingar havi eg nógvar lívsroyndir, bæði góðar lívsroyndir og harðar lívsroyndir, sum hava gjørt meg ta kvinnu, eg eri í dag.

 

Lívið hevur lært meg at stríðast fyri tí, eg trúgvi er rætt, og tað liggur mær nær eisini at stríðast fyri tey, sum ikki hava bestu kor og møguleikar í lívinum. Inklusjón, tað at samfelagið bæði rúmar og viðurkennir allar borgarar, hvørjar fortreytir teir enn hava, er hornasteinurin í einum frælsum og rættvísum Føroyum. Her hugsi eg bæði um børn og ung, fólk sum bera brek, tilflytarar, eldri og sjúk og øll, sum av eini ella aðrari orsøk eru útihýst, antin sum einstaklingar ella sum samfelagsbólkar. Inklusjón er ein treyt fyri at vera partur av samfelagnum og fyri at hava lut í fólkaræðinum. Tí eru einar rættvísar og frælsar Føroyar mítt hjartamál.