Fyrra hálvár í ár eru lønargjaldingarnar væl hægri enn tær vóru fyrra hálvár í fjør. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.
Uppgerðin vísur, at fyrra hálvár ár vórðu 3.630 milliónir goldnar í lønum og tað eru 180 milliónir fleiri enn fyrra hálvár fjør. Sostatt er talan um eina framgongdin á 5,2 prosent.
Hagstovan sigur, at tað er framgongd í øllum høvuðsvinnugreinum, men tað er serliga í ídnaðinum at framgongdin er stór. Higartil í ár hevur byggivinnan havt eina framgongd uppá 11,5 prosent og fiski- og alivinnan er vaksin 8,4 prosent.
Hagstovan sigur, at bara annan ársfjórðing vórðu lønargjaldingar 1.877 milliónir krónur, og tað er einar 40-50 milliónir meira enn undanfarnu tríggir ársfjórðingar. Vøksturin aftur ímóti undanfarna ársfjórðingi 2,4 prosent.
|