Bara tríggir av teimum 18 tunlunum í Føroyum lúka nútímans trygdarkrøv Hinir eru ikki dagførdir, tí eingir pengar eru játtaðir til tað Vágatunnilin, Norðoyatunnilin og Hovstunnilin eru teir einastu tunlarnir í Føroyum, sum lúka øll nútímans trygdarkrøv.
Tað vil siga, at ljósini við tunnilsmunnarnar eru lagað til ljósið uttanfyri, ventilatiónin tømir tunnilin fyri os, støvbitlar og royk, neyðsteðgipláss við neyðtelefonum og eldsløkkjara er, og SOS-skáp er eisini í tunlinum. Hetta eru bara nøkur av teimum trygdarkrøvunum, sum verða sett tunlum í dag, men í Føroyum eru tað 15 tunlar, sum ikki lúka hesi krøvini.
Teir eru ikki óforsvarligir, men tað kunnu teir skjótt gerast, um vit ikki fáa einar 10 milliónir krónur afturat árliga til dagføringa, sigur Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki, við Kringvarpið.