Einans fastbúgvandi skulu fáa flutningsstuðul

Tað heldur Útoyggjafelagið. Kári P. Højgaard spyr landsstýrismannin, um hann ætlar at fremja hesa broytingina.

 

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Nýtt Sjálvstýri, hevur sett Henriki Old, landsstýrismanni, tríggjar munligar fyrispurningar, sum allir snúgva seg um viðurskiftini á útoyggj.

 

In.fo skrivaði í síðstu viku, at flutningsstuðulin fyri árið var uppi, og at útoyggjarnar tí vóru komnar í eina óhepna støðu. Henrik Old segði tá við in.fo, at hann ætlaði at hyggja nærri at flutningstuðlinum, og hvørjum hann kom til góðar. Eisini segði Henrik Old, at hann ætlaði at hyggja nærri at, hvørjar oyggjar eru skilmarkaðar sum útoyggjar.

 

Í hesum sambandi spyr Kári P. Højggard, landsstýrismannin, hvussu gongur við ætlanunum um, at allur flutningur av olju í tunnum til útóyggjarnar verður søga.

 

- Nú eru ár liðin, síðan tað eydnaðist at fáa avtalu í lag millum Innlendismálaráðið, Skúvoyar Kommunu, SEV og oljufelagið Magn um, at borgarar í Skúgvi kundu fáa olju úr tangunum hjá SEV, og at oljan bleiv koyrd út til húsini við akfari og tanga, har landið stuðlaði keypinum og orkufelagið og kommunan veitti tænastuna, skrivar Kári P. Højgaard í viðmerkingunum til spurningin.

 

Hann vísir á, at líknandi skipan skuldi setast í verk í Mykinesi, Fugloy og Svínoy, men enn er tað ikki komið so langt.

 

- Tað tykist sum stígur er komin í ætlanina, at burturbeina oljuflutningin í tunnum. Tí verður spurningurin settur landstýrismanninum, skrivar fyrrverandi landsstýrismaðurin í innlendismálum.

 

Kári P. Højgaard spyr eisini, um landsstýrismaðurin ætlar at endurskoða reglurnar fyri flutningsstuðul. Útoyggjafelagið ynskir, at tað einans eru fastbúgvandi, ið kunnu fáa flutningsstuðul, samstundis sum tað er eitt ynski um, at byggitilfar eisini verður fevnt av flutningsstuðlinum.

 

 

- Avbjóðingarnar eru stórar á útoyggj og fólkatalið minkar. Tað er uppgávan hjá tí almenna bøta um viðurskiftini og lætta um gerandisdagin hjá øllum borgarum landsins, har tað ber til, sigur Kári P. Højgaard.