Týskvøldið vóru gøtumenn á Tórsvølli, har seinastu fyrireikingar til frammanfyristandandi uppgávuna vórðu fingnar frá hondini.
Ikki serliga svenskt
Setningurin hjá gøtumonnum er hesu ferð svenskur, og einki er at taka seg aftur í, at GÍ hevur góðar royndir í so máta.
Í 1996 høvdu gøtumenn nevnliga eisini svenska mótstøðu, ta ferðina úr Trelleborg. Úrslitið gjørdist tá tvey tepur tap, soleiðis at samlaða tapið gjørdist 2-4. Tað, sum tó serliga varð lagt til merkis ta ferðina, vóru tey úrslit, sum Trelleborg fekk seinni í kappingini. Tað eydnaðist teimum nevnliga at koppa ensku meistarunum úr Blackburn, áðrenn teir í triðja umfari máttu lúta fyri italska Lazio, har talan enntá varð um eitt sera tepurt tap.
Venjarin hjá GÍ, Johan Nielsen, tykist tó ikki at hava hug at samanbera Norrkøping, sum nú er mótstøðuliðið, við Trelleborg:
- Talan er um eitt sera gott lið, sum spælir rættuliga atypiskan svenskan fótbólt, sigur Johan. fyri at kunna seg um mótstøðuna hevur hann júst verið í Svøríki, og tá hann sigur, at liðið spælir atypiskan svenskan fótbólt, sipar hann til, at talan ikki eru um lið, sum spælir vanliga svenska fótbóltin við nógvum longum sendingum.
Eisini hevði hann bitið merki í, at sviarnir tykjast vera sera væl fyri kropsliga, so alt í alt er hetta helst ein ivaleysa stórur biti hjá gøtumonnum.
Ikki bangnir
Hesir upplýsingar loypa tó á ongan hátt hvøkk á gøtumenninar. Royndirnar, sum teir við tíðina hava fingið, eru í so máta ein sera góð barlast, og hesum dylur liðskipari teirra, Magni Jarnskor, heldur ikki fyri:
- Sum so hava vit ikki gjørt nakað serligt í fyrireikingunum til dystin. Vit hava, eins og vanligt verið í Danmark á venjingarlegu, og so hava vit annars sett okkum fyri, at fáa sum mest burturúr, heldur Magni fyri.
Av orðalag hansara skilst eisini, at tann fjáltur, sum ofta er sermerktur undan eini stórari uppgávu, so at siga ikki er til staðar hjá gøtumonnum. Hetta er 13. altjóða dystur felagsins, og umframt hetta, hava fleiri av leikarunum eisini royndir frá landsliðsfótbólti, so alt í alt munnu teir vera fullgreiðir um, hvat krevst fyri at loysa slíkar uppgávur.
Um hópin sigur Magni annars, at so at siga allir mans eru tøkir til dystin. Óli Hansen og Henning Jarnskor vandu ikki týskvøldið, tí teir høvdu onkran smávegis skaða at dragast við, men roknað verður kortini við, at teir verða á vøllinum týskvøldið.
Kortini spentir
At eingin fjáltur er á leikarunum merkir tó á ongan hátt, at teir ikki eru uppsettir til dystin:
- Fyrstu løtuna ræður um at halda verjuna tætta, og síðani mugu vit so royna at arbeiða okkum fram eftir vøllinum, soleiðis at talan kann gerast um málmøguleikar seinni í dystinum, heldur liðskiparin. Hann heldur, at verða fortreytir uppfyltar, skuldi góður møguleiki verið fyri einum líkina úrsliti.
Tá tosið fellur inn á hugtakið »gott úrslit«, er sjálvsagt nærliggjandi at spyrja, nær ella um Magni Jarnskor heldur, at eitt føroyskt lið megnar at leika seg víðari í europeiskum høpi:
- Fyrr ella seinna fer tað at eydnast. Feløgini venja meir og meir, og hetta hevur so avgjørt verið við til at hækka støðið í fótbóltinum, heldur hann fyri. Harumframt heldur hann eisini, at tað so avgjørt er eggjandi og mennandi hjá leikarunum, at fleiri ungir mans nú fáa møguleika at venja við feløgum uttanlands.
Júst nær vit fáa eitt føroyskt lið við í pottin til annað umfar, veit hann tó ikki, men hann vísur kortini á, at møguleikin sjálvandi altíð er til staðar, so tað er bert ein spurningurin um tíð, áðrenn hetta hendir.
Um tíðin til hetta nú er komin hjá gøtumonnum, ella um teir mugu bíða í minsta lagi eitt ár, fæst so at vita í kvøld á Tórsvølli.










