Heðin Ziska Davidsen
MenTón
Jú jú. Gleðiligt er, at breið semja var á tingi um spælistøð kring landið.
Tað frøir meg. Men hvat meina fólk við, tá tey siga spælistað.
Eg las í Sosialinum eina viðmerking hjá John Johannesen, har millum annað verður sagt: »... at ungu og evnaríku tónleikararnir fáa spælistøð at venja í á ymisku plássunum...«
Tit mugu orsaka, um eg virki grenjutur ella so, men tað eg eri eftir, at hann sigur:
»...at venja í...«
Tá eg og aðrir tónleikarir tosa um spælistað, so meina vit við eitt stað at framføra tónleik, t. v. s. konserthús. Eitt stað at venja í, rópa vit venjingarhøli. Eg vil bara vera vísur í, hvat menninir meina við, ella um teir vita, hvat teir tosa um. Konserthús ella venjingarhøli. Tað er stórur tørvur á báðum, men tað er ikki eitt og sama ting.
Vildi bara vita, hvat eg skuldi gleða meg til. Venjingarhøli ella konserthús. Ella bæði, kanska?










