Hetta er ikki fyri at gera skúlagongdina stuttligari hjá børnunum, men fyri at geva lærarum betri møguleika at fara á skeið at menna seg fakliga.
Næsta skúlaár verða skúladagarnir tveir færri enn teir eru í ár og skúlaárið 2012-2013 verða tríggir dagar afturat klíptir burtur av tímatalvuni, so at tilsamans verður skúlaárið eina viku styttri.
- Hetta verður gjørt fyri, at allir lærarar fólkaskúlans kunnu fáa høvi at fara á skeiðini í fakligari lesing og kunningartøkni, sum NÁM skipar fyri næstu tvey skúlaárini.
- Pisakanningarnar hava staðfest, at tað er stórur tørvur á at menna lesiførleika og kunningartøkni í fólkaskúlanum, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í skúlamálum.
Hon sigur, at bæði fyri næmingar og lærarar er tað minst nervandi at stytta skúlaárið í hesum sambandi.
At fáa allar lærarar á skeið er so umfatandi, at skuldi tað verðið gjørt í stigum, so at vikarar undirvístu fyri lærarar, sum fóru á skeið, hevði tað tikið fleiri ár, áðrennn allir lærarar høvdu fingið eftirútbúving á hesum øki.
- Skulu vit lyfta allan lærarahópin í senn, er neyðugt at seta eina serliga skipan í verk og nyttan av, at allar lærarar fáa hesar førleikar, er munandi størri enn vansin at fækka skúlaagarnar eitt sindur í tvey skúlaár, sigur landsstýriskvinnan.










