Eina: Tað verður torførari ímóti Liktinstein

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Eina Kalsø væntar ein tyngri arbeiðssetning í annaðkvøld

Liktinstein kemur ikki at gera líka nógv mistøk, sum Írland. Servutrýstið verður størri, og føroyska liðið kemur undir trýst í móttøkuni, staðfestir Eina Kalsø frá føroyska kvinnulandsliðnum í flogbólti í samrøðu við Hilmar Jan Hansen, sum var gjørd aftaná Eina Kalsø og liðfelagarnir høvdu vunnið 3-0 á Írlandi.

 

Eina Kalsø kann fegnast um at verða komin væl í gongd í kappingini við góðum spæli, og drúgvum servurundum, har hon átti sín lut í góðu gongdini.

 

Eins og Birgit Guttesen leggur Eina Kalsø dent á, at tað er týðandi at fólk møta og stuðla, ikki minst í annaðkvøld, tá Liktinstein, sum er eitt sterkari lið enn Írland bíðar hinumegin netið.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Einu Kalsø á Rás2 aftaná dystin.