Eina tímaløn til tey neyðstøddu

Nú um dagarnar kom Ása Andreasen úr Havn við einum heldur øðrvísi hugskotið um, hvussu føroyingar eisini kunnu gera mun í hjálpararbeiðinum í fjareystri

"Fríggjadagin 7. januar 2005 millum 11.00-12.00 arbeiða vit øll ókeypis. Lønin fyri hendan tíman fer ístaðin til ein hjálparfelagsskap, sum tit á tínum arbeiðsplássi verða samd um at tit vilja stuðla."
Soleiðis ljóðar áheitanin frá Ásu Andreasen, sum er ein av teimum mongu, sum ikki fær rist óhugnaligu sjónvarpsmyndirnar frá vanlukkuøkinum av sær. Og tað er hon í grundini takksom fyri, tí hon er vís í, at áhaldandi myndirnar hava fingið fólk at raknað við
- Var tað ikki fyri allar hesar ræðuligu myndirnar - serliga tær frá CNN og BBC - hevði hendan áheitan helst ikki komið frá mær beint nú. Tað ber stutt sagt ikki til at lata eyguni aftur longur, tí við sjónvarpsmyndunum er hettta annars so fjara økið knappliga komið inn í stovnunar hjá okkum øllum, sigur Ása


Ein tími fyri lív!
Ása hevur givið sínum hugskoti heitið "Ein tími fyri lív!" Tankin er, at tú arbeiðir á tínum vanliga arbeiðsplássi ein tíma, men ístaðin fyri, at tú fært løn fyri hendan tíma, verður tímalønin send einum hjálparfelagsskapi. Tú arbeiðir ein tíma og ert soleiðis við til at bjarga lívum!
- Um nóg nógv gera hetta, um vit fáa breitt hugskotið út um landoddarnar eisini, hjálpa vit nógvum 1000 menniskjum. Og vónandi kann hugskotið verða eitt afturvendandi átak, so at hjálparandin ikki bara hvørvir við tímanum fríggjadagin. Tað vilja altíð vera menniskju, ið hava brúk fyri hjálp, og hetta kann so verða ein máti at hava tey í huga aðrar tíðir enn bara í einum so ovurhonds stórum sorgarleiki, sum hesum, sigur Ása

Symbolskt virði
Hetta skal als ikki skiljast sum, at eg haldi mítt hugskot vera betri enn øll hini, leggur Ása dent á. Sjálv heldur hon at vit hava ráð til at geva eitt íkast til hjálpararbeiðið bæði við at fara til konsertir, stuðla innsavningini hjá Reyða Krossi umframt at lata eina tímaløn. Men "Ein tími fyri lív" hugskotið hevur eisini eitt symbolskt virði, heldur hon.
- Tankin var, at tað skuldi vera einfalt og lætt, men samstundi hava ein djúpri týdning. Tá øll soleiðis sita og arbeiða á sínum vanliga arbeiðsplássi, uttan at nakað hendir út yvir tað vanliga, trúgvi eg, tey flestu fara at lata tankarnar leita til tey, sum tímalønin fer til beint nú, sigur Ása, sum vónar at starvsfólk og arbeiðspláss fara at taka væl ímóti hugskotinum.