Eina millión krónur til kanningarstjóra

Vónleyst at siga hvat tað kemur at kosta, sigur løgtingsformaðurin

Formansskapurin í løgtinginum legði í dag fram eitt uppskot til eykajáttanarløgtingslóg, har biðið bleiv um eina millión krónur fyri at seta ein kanningarstjóra.


Tað hendir eftir, at andstøðan hevur útvegað tær neyðugu 14 undirskriftirnar til at heita á formansskapin at seta ein kanningarstjóra at kanna embætisførsluna hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, í samband við flyting av veiðiloyvum, og um Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur røkt sína eftirlitsskyldu í málinum.


Løgtingsformaðurin Páll á Reynatúgvu upplýsir, at hóast biðið verður um eina millión, so er óvist hvussu nógv kanningarstjórin fer at kosta.


- Vit hava biðið um eina millión í fyrsta umfari. Í prinsippinum er hetta mest fyri at fáa heimildina, tí hvat úrslitið verður og hvat tað kemur at kosta er meira ella minni vónleyst at siga í løtuni, sigur Páll á Reynatúgv,


Løgtingsformaðurin vil ikki upplýsa um ætlanin er at seta ein føroying ella ein útlending at kanna Høgna Hoydal, landsstýrismanni, og Aksel V. Johannesen, løgmanni, men væntar, at viðkomandi verður settur seinni í vikuni.