Tíggjundi størsti danski vinningurin nakrantíð gjørdist veruleiki í dag, tá ein heppin dani stóð einsamallur við jackpot-puljuni. Vinnaraseðilin, sum altso var tann einasti til jokaran, sum ikki er vunnin síðani 19. september, var keyptur í Ejby á Fjóni.
27.498.397 krónur var neyva talið á vinninginum, so einki er at ivast í, at veitsla verður hildin onkra staðni í Fjóni í kvøld. Enn hevur Danske Spil tó ikki hoyrt frá vinnaranum.