Ein viðmerking til innslagið í Kringvarpinum um Atlantis

Eg skal ikki dylja fyri, at mítt hjartamál er føroyski tónleikurin og mentanin, og er tað sera positivt, at tað eisini verður sett fokus á støðuna í Klaksvík, sum eg haldi er alt annað enn góð.

Tað er nú einaferð soleiðis, at onkuntíð kunnu vit tosa um liberalt virksemi, men júst innan sjálvan raksturin og menningina av karmum og øðrum, sum kunnu stimbra undir tónleikin og mentanina, so eg trúgvi lítið uppá, at ein sokallað privatisering av Atlantis fer at bera tónleikin og mentanina í Klaksvík.
 
Eg havi fleiri ferðir ført fram í greinum og samrøðum, at vit eiga at stuðla undir tónleikin og mentanina, sum vinnan og vit øll so kunnu njóta gott av - tað verði seg innan marknaðaføring og á annan hátt.
 
Mítt tónleikalív byrjaði seint í seksti- og upp gjøgnum sjeyti- og áttatiárini, men tá vóru ikki teir møguleikar fyri menning, sum eru at finna í dag.
 
Til dømis hevur sonurin valt tónleikaleiðina, tí hann hevur havt góðar møguleikar innan musikkskúlaskipanina og havt fínar lærarar, sum millum aðrar: Edvard N. Debess, Arnold Ludvig, Bjarna Restorff og onnur.
 
Í dag er hann á MGK í Danmark, sum er eitt forstadium til Konservatoriið og tori eg at siga, at føroysku møguleikarnir hava ført hann hagar.
 
Alt hetta tí, at polistiska skipanin hevur tikið ábyrgd og vil nakað.
 
Tað er eisini staðfest fleiri ferðir, at tónleikalig innlæra er ein stimbran til innlæringina, so tað harmar meg, at Klaksvíkin er í hasi støðuni.

Eg eri ómetliga fegin um, at Tórshavnar Kommuna hevur tikið málið um Musikkskúlan upp til viðgerð, og at peningur er játtaður at gera kanningar, so skúlin kann fáa enn betri og virðiligar umstøður.

Sum eg havi ført fram, er tilgongindin sera jalig og vóni eg, at ein góð loysn verður fyri tónleikinum og mentanini í norðoyggjum.

Tað eru væl givnir pengar til tónleikin og mentanina, so tit í Býráðnum í Klaksvík - takið málið upp og gevið tónleikinum og mentanini tað, sum tørvar, so fáa tit tað aftur – tað ivist eg onga løtu í.

Gleðilig Jól!