Hondbóltslógir
Kappingarleiðari hjá Hondbóltssambandinum er Jógvan Martin Mørk. Og tá vit hósmorgunin vístu honum á boðini, sum StÍF hevði fingið úr Noreg, og á støðuna, sum føroyska Dómarafelagið hevur tikið í málinum, er hann skjótur at staðfesta, at her er talan um ein trupulleika.
- Tað er einki at ivast í, at her eru nøkur viðurskifti, sum mugu betrast. Talan er fjórðu hendinga í ár, har talan er um trupulleikar í samskiftinum millum dómaraborð og dómarar. Hetta skal ikki skiljast sum nøkur atfinning, tí í flestu førum er talan um góð fólk við drúgvum royndum, sum sita við dómaraborðið, men tá slík mistøk henda, so mugu vit royna at fáa tingini í rættlag.
- Og tað er einki at ivast í, at talan í hesum førinum er um eitt sera óheppið mistak, sum møguliga kundi ávirkað endaliga úrslitið. Men kanska kundi trupulleikin her verið loystur við nøkrum so einføldum sum einum betri horni til dómaraborðið, staðfestir hann.
Og tá vit at enda spyrja, hvørt HSF kanska fer at taka málið upp til viðgerðar, soleiðis at møguligur nýggjur dystur kann ásetast, svarar kappingarleiðarin, at tað fara tey ikki.
- Talan er jú um hypotetiskar spurningar um, hvat kundi hent. Tað er tað eisini í fleiri av hinum førunum, har mistøk hava verið í samskiftinum, og vit kunnu ikki krevja, at allir hesir dystir skulu leikast umaftur. Men vit mugu bara fyribyrgja, at slíkar hendingar taka seg uppaftur, sigur Jógvan Martin at enda.
Teir fýra dystirnir, sum kappingarleiðarin sipar til, eru annars hesir:
Søljan-StÍF (kvinnur), har StÍF skifti leikara inn, sum ikki varð skrásettur á dómaraseðlinum. Nakað sum dómaraborðið skuldi gjørt vart við.
Kyndil-Neistin (menn), har leikari hjá Neistanum ikki fekk reytt kort, hóast hann fekk triðju útvísingina. Hvørki dómarar ella dómaraborð varnaðust hetta.
KÍF-Neistin (menn), tá Neistin fekk time-out, hóast teir mest sum samstundis mistu bóltin til KÍF. Eftirfylgjandi dømdu dómararnir brotskst til KÍF, tí dómaraborðið hevði tikið upplagdan møguleika frá teimum.
Og so dysturin á Skála sunnudagin, har Neistin fekk góðkent mál, hóast teir undan hesum høvdu viðið um time-out