Ein venjari kennir treytirnar

Jógvan Martin Olsen, sum er formaður í føroyska fótbóltsvenjarafelagnum, sigur, at ein vandi fyri uppsøgn altíð er til staðar, og at hetta er nakað, sum venjarar mugu fyrihalda seg til, tá sáttmáli verður skrivaður

Fótbóltur

Fótbóltsvenjarafelagið, sum varð stovnað í fjør, er fyrs og fremst eitt fakligt forum hjá føroyskum venjarum og ikki eitt fakfelag fyri venjarar, soleiðis sum tað annars var upp á tal fyri trimum árum síðani.
Tí vil Jógvan Martin Olsen ikki gera tær heilt ítøkiligu viðmerkingarnar til sakarmálið, sum hevur verið millum Tony Paris og KÍ.
- Nú kenni eg ikki sáttmálan, og hatta er ikki ein venjari, sum er innan fyri okkara skipan. So eg fái sum so ikki gjørt viðmerkingar til gongdina í uppsagnarmálinum. Men eg trúgvi ikki, at hatta er ein sáttmáli, sum varð undirskrivaður, um tað var ein føroyskur venjari, sum sat hinumegin borðið, sigur Jógvan Martin Olsen.
Men hevur ein venjari, ið virkar sum venjari burturav, ikki eins góðan rætt til uppsagnartreytir, sum ein og hvør annar starvsmaður?
- Fyrst og fremst er venjaragerningurin broyttur so øgiliga nógv. Tekur tú bara nøkur fá ár aftureftir, so var tað næstan so, at ein venjari hoyrdi til eitt felag. Í dag er venjarin ein partur av game’inum, og tú mást millum annað átaka tær leiklutin sum tann, ið traðkar fram mótvegis fjølmiðlum og áskoðarum. Og tá er tað so, at um tað gongur væl, fært tú rós og herðaklapp, meðan tað hinvegin eisini merkist, um tað gongur illa.
- Vit eru eisini fleiri, sum arbeiða sum venjarar burturav. Fyrst og fremst tí, at tann tíðin, har tú kundi fyrireika eina venjing í bilinum, meðan tú koyrdi frá arbeiði til venjing, er farin. Í dag eru krøv um individuella venjing, testing av hvørjum einstøkum spælara og so framvegis. Tí mást tú arbeiða nógv meira nágreinuliga. Tað eru snøgt sagt nakrar skyldur, sum tú mást liva upp til, um tú krevur at arbeiða fulla tíð við venjarayrkinum, og tað gongur sjálvandi báðar vegir, soleiðis at venjarar eisini tryggja seg.
- Men júst hvussu ein venjari tryggjar seg í eini uppsagnarstøðu, er ein forhandlingsspurningur hjá einstaka venjaranum. Og eg trúgvi ikki, at vit sum felag vildu lagt okkum útí eina støðu, har eitt felag hevði uppsagt ein av okkara limum. Hartil eru vit slettis ikki komin, sigur Jógvan Martin Olsen.