Fyri triðju ferð í tríggjar vikur skal fótbóltslandsliði hjá Iran hava nýggjan venjara. Ali Daei fekk sekkin, tá landsliðið tapti týðandi dyst í HM-undankappingini herfyri, og eftirmaður hansara, Mohammed Maylikohan, segði sjálvur upp eftir bara eina viku – og ongan dyst – sum venjari. Nú er Afshin Ghotbi settur sum landsliðsvenjari, og so er spurningurin, hvussu leingi hann sleppur at sita í sessinum.










