Ein vegg í part

Hóast øll listafólkini ikki sluppu við á árligu Várframsýningina, er talan kortini um eina fjølbroytta framsýning av myndum, skulpturum og fotomyndum.

Teimum ið dáma væl føroyska myndlist eiga at seta sær seinnapartin í dag av til at fara í Listaskálan.
Í dag kl. 16 letur nevniliga upp árliga Várframsýningin, har íalt 16 listafólk við sera ymiskum stílum og ymiskum myndevnum sýna fram verk síni.
Ein dómsnevnd hevur frammanundan sitið og mett um verkini, ið komu inn til framsýningina. Íalt 25 listafólk sendu verk inn, men bara 16 teirra eru við á framsýningini, ið er sensurerað.
-Vit í dómsnevndini hava havt eitt trupult arbeiða at velja hesi 16 út. Jú, tað hevur verið sera hart, sigur Kári Svensson, formaður í Myndlistafelagnum.
Tað er Myndlistafelagið, sum skipar fyri hesi Várframsýningini. Framsýningin letur upp í dag og er opin fram til páskir.


Dag og klokkutíð á
Ein treytin fyri at luttaka á Várframsýningini er at verkini skulu vera av nýggjari dato, og skulu ikki verða sýnd fram áður.
- Henda framsýningin skal tí virka sum inspirasjón til listafólkini, soleiðis at tey arbeiða við verkum sínum fram móti hesi framsýningini, sigur Kári Svensson, samstundis sum hann er í ferð við at hanga upp nakrar málningar í gamla salinum.
At øll verkini eru nýggj, sæst best av at flestu verkini eru eyðmerkt við árstalinum 2005. Eitt av verkunum hjá listarmanninum, Hans Paula Olsen er kortini so mikið nýtt, at ein næstan kann seta dag og klokkutíð á tað. Tað varð nevniliga fyrst liðugt í hesi vikuni!
Hann hevur nevniliga modellerað gitna málaran, Ingálv av Reyni teir seinastu 3-4 dagarnar. Í gjár bar so til at geva hesum verki eitt heiðurspláss í teirri einu pyramiduni, har møguleiki er at síggja fleiri onnur av verkunum hjá Hans Paula.

Vegghamar á einum veggi
Tað sum hinvegin eisini ger hesa framsýningina so áhugaverda er, at hon inniheldur somuleiðis 10 akvarellir eftir áðurnevnda Ingálv av Reyni.
Hann er í dag 84 ára gamal, men hevur enn einaferð víst, at handalagnum og inspirasjónini við penslinum bila einki. Hesar 10 myndirnar, sum allar eru málaðar í ár, hanga væl fyri á einum veggi fyri seg.
Á einum øðrum veggi hanga fleiri myndir eftir Arnhold Vegghamar av Viðareiði somuleiðis væl fyri. Og hetta hevur júst verið eitt av hugskotunum í ár at skapa luft í framsýningina, soleiðis at væl av plássi er millum myndirnar.
Áhugavert er eisini at síggja, at klaksvíkingurin, Edvard Fuglø er við á Várframsýningini á fyrsta sinni.

Frakkar í garderobuni
Tá 16 listarfólk soleiðis skulu vísa fram síni verk, so krevst sjálvandi nógv pláss. Og tað plássið finst í Listaskálanum, har ein somuleiðis hevur spjatt verkini runt til ein stóran part av bygninginum.
Kári Svensson er serliga fegin um, at fleiri skulpturar eru við á framsýningini, soleiðis at ein eisini fær gjørt nyttu av tí stóra gólvplássinum í Listaskálanum.
Júst hetta fær ein eisini gjørt enn betri - fyri ikki at siga fulla! - nyttu av við málningunum hjá Sigrun Niclasen av Eiði. Á framsýningini hevur hon m.a. hevur tríggjar málningar í eini røð, sum hon kallar "Frakkar".
Og rætt gitt ? hesir hanga úti í garderobuni!