Ein varislig ólavsøkurøða

- Í røðu síni staðfesti løgmaður tað, sum komið er burtur úr í hesum samgonguskeiði. Hetta er tað, sum vit kunnu vænta, nú valskeiðið líður móti endanum, sigur formaður Fólkafloksins, Anfinn Kallsberg

Ólavsøkurøða

 

- Ólavsøkurøðan var ógvuliga varislig. Hon var á ongan hátt bombastisk, men heldur konstanterandi. Tað er rímiligt at gera status uppundir endan av einum valskeiði.

Tað heldur Anfinn Kallsberg, formaður Fólkafloksins.

 

Startskotið

- Eg haldi ikki, at røðan sum so var merkt av, at løgtingsval stundar til, og tað var einki, sum skurraði mær í oyrunum. Hinvegin skulu vit hava í huga, at hetta er røða løgmans.

Í ólavsøkurøðuni boðaði løgmaður frá, at visjónsætlaninar ætlandi verða lagdar fyri løgtingið til aðalorðaskifti í heyst.

- Tað verður væntandi her, at startskotið til komandi løgtingsval byrjar, heldur Anfinn Kallsberg.

 

Vallógin

Formaður Fólkafloksins er ikki samdur við løgmanni um, at fólkaatkvøða um eina nýggja valskipan eigur at verða til heystar.

- Hetta er eitt mál, sum hevur verið uppi og vent av og á, og hetta er eisini eitt mál, sum stór ósemja er um, bæði í samgonguni og í politisku flokkunum.

Anfinn Kallsberg heldur slett ikki, at vallógin skal broytast í løtuni.

Hann heldur tað snøgt sagt vera burtur við at gera slíkar broytingar so seint í einum samgonguskeiði.

 

Løgtingið avger

- Men tá tíðin er búgvin, havi eg mitt egna uppskot um, hvussu hetta skal gerast.

- Formaður Fólkafloksins vísir á,

tað í seinasta enda verður løgtingið, sum kemur at gera av, hvussu gongdin í málinum verður – og um talan verður um fólkaatkvøðu um hetta mál ella ikki.