Ein ávaring frá formanninum í Havnar Arbeiðarafelag

Arbeiðsgevari hevur longu søkt um loyvi til at sleppa at dumpa lønina útlendskum arbeiðsfólki í Føroyum

Vit mótmælir harðliga, at tað verður lættari hjá arbeiðsgevarum at fáa útlendingar til Føroya at arbeiða.

Tað sigur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðarafelag.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur strongt á at fáa politikararnar at broyta reglurnar, soleiðis at teir fáa púra fríar ræsur til at fáa útlendingar til Føroya at arbeiða.

– Bara í ES býr 500 milliónir fólk, men hetta er eftir øllum at døma ikki nóg stórt uppland hjá arbeiðsgevarunum, tí teir krevja at fáa fría atgongd til arbeiðsmegi um allan heim, sigur Hans Joensen.

Hann heldur, at hetta er eitt stuttskygd ynski, sum ikki tekur atlit til teir trupulleikar, sum tann føroyski arbeiðsmarknaðurin kann koma í.

– Hetta fer at koma føroyskum arbeiðsfólki dyggiliga aftur um brekku, sigur formaðurin í Havnar Arbeiðarafelag.

Hann sigur, at hann veit um arbeiðsgevarar, sum heldur vilja hava útlendingar í arbeiði, tí teir hava onga familju í Føroyum, og sostatt eru teir sinnaðir at arbeiða allan sólarkringin á tamb.

– Ein tílíkur hugburður setir arbeiðsmøguleikarnar hjá føroyingum í vanda og elvir til mismun millum føroyingar við familju og útlendingar, sigur Hans Joensen.

Hann vísir eisini á bústaðarkreppuna, sum longu er í landinum og hann heldur, at tað bústaðarkreppuna enn verri at fáa enn fleiri útlendingar hendavegin.

Hann sigur, at á summum økjum standa allar dyr víðopnar.

– Tá umræður fiskatilfeingi, hava útlendingar frítt spæl og í sambandi við ferðavinnuna eru so nógvir útlendingar nú í Føroyum, at vit sleppa ikki í hagan.

­– Men tað verður ikki við okkara góða vilja, at føroyingar heldur ikki sleppa til arbeiðis, sigur Hans Joensen.

Hann stúrir fyri, at tað kann elva til lønardumping at fáa útlendska arbeiðsmegi tí Føroya.

– Longu nú hava vit dømi um, har arbeiðsgevarar hava biðið um loyvi at dumpa lønina, sigur Hans Joensen.

Hetta hendi í sambandi við, at útlendsk arbeiðsmegi skuldi koma til Føroya, og arbeiðsgevari bað um at sleppa at løna útlendingunum eftir lønarlagnum í heimlandinum.

– Vit søgdu kortanei, tí tílíkt kemur als ikki upp á tal, sigur Hans Joensen.

Hann vísir eisini á, at longu nú verður mismunur gjørdur ímillum føroyingar og útlendingar á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum. Útlendingar hava nevniliga trygd fyri at fáa løn í 40 tímar um vikuna, men hesi framíhjárættindi hava føroyingar ikki, tá ið arbeiðið gongur undan.

- Arbeiðsgevararnir eiga at rætta hendan skeivleikan heldur enn at lata allar dyr upp á víðan vegg.

– Eisini áttu teir at virkað fyri at fáa føroyska arbeiðsmegi heim, sum verður stuðlað at arbeiða uttanlands, sigur Hans Joensen.