Nógv fólk var í býnum í Havn í nátt, og tá dansistøðini lótu aftur, gjørdist stemningurin sambært løgregluni eitt sindur órógvandi á onkrum støðum í býnum.
- Vit vóru til steðar í náttarlívinum og royndu at sissa og kyrra, har illstøður vóru við at taka seg upp. Men, í tí eina førinum gjørdist ein hending til eitt harðskapsmál.
Løgreglan sigur, at tað var onkur, sum sló ein annan í býnum.
- Vit vita, hvørjir persónarnir eru - eisini persónurin sum sló, og nú skulu so avhoyringar gerast, visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga í morgun.
Lagt verður aftrat, at hetta málið verður kannað sum harðskapsmál.











