- Ein var ordiliga óbehagilig

Tað eru ikki øll, sum skilja, at ferðslan inn í Syðrugøtu má steðgast. Summi gerast óð og óbehagilig

Eyð Pállsson úr Norðragøtu og Elsa Krosstein úr Klaksvík eru tvey av hjálparfólkunum, sum skipa ferðsluni á G! festivalinum. Tær standa við inngongdina til Syðrugøtu og ávikavist loyva og steðga bilum at koma inn í bygdina.

 

- Vit hava staðið her síðan kl. 16 í dag og standa til midnátt, sigur 19 ára gamla Eyð.

 

- Tað er ikki so galið at standa her, tí tey flestu fólkini eru fitt og fryntlig at hava við at gera, sigur Elsa, ið er 20 ár.

 

Men tað eru ikki allir bilførarar, sum vilja góðtaka boðini, ið teir fáa frá ungu damunum.

 

- Boðini, ið vit hava fingið, eru greið: Einans tey við koyriloyvi sleppa innar í bygdina. Onki loyvi, ongin gjøgnumkoyring, sigur Elsa.

 

- Nøkur gerast óð. Ein kona, sum skuldi vitja onkran her, gjørdist ordiliga óbehagilig og skeldaði bæði leingi og nógv, sigur Eyð.

 

Trygdin skal haldast, og upplivdu genturnar eina stuttliga hending í hesum samanhangi.

 

- Ein bilførari kom og segði, at hann hevði gloymt koyriloyvi, og at hann mátti sleppa ígjøgnum. Hann var nevniliga trygdarstjóri á festivalinum. Ikki fyrr enn vit fingu hetta váttað gjøgnum telefon, slapp hann ígjøgnum, sigur Eyð.

 

- Ístaðin fyri at gerast óður, flenti hann og rósti okkum, at vit gjørdu arbeiðið væl, sigur Elsa smílandi.

 

Tey einastu, sum sleppa ígjøgnum, eru búfólk í bygdini og tey, ið arbeiða við festivalinum.