”Eingin málslig menning er so dygg, sum tann, ið fæst, tá ið móðurmálið er støðið, sum arbeiðið við fremmandamáli byggir á.” Soleiðis skriva hesir báðir dugnaligu og treisku og óvanliga eldhugaðu orðabókasmiðirnir í formælinum til dagsins orðabókaútgávu, sum nú verður løgd fram fyri okkum.
Útgávan snýr seg um eina hart tiltrongda útgáva av føroyskt-enskari orðabók og av einari enskt-føroyskari orðabók. 3.772 síður. 145.000 orð. 2 bind. 2 rithøvundar og 1 fløga við trimum orðabókum, tí á fløguni liggur eisini danskt-føroyska orðabókin, sum somu høvundar skrivaðu og góvu út í 1998. Hetta er ikki smávegis fongur – á einum og sama degi.
Hetta tit báðir her hava framt í verki - er ikki løtuverk. Aftanfyri hesar útgávur liggur eitt megnar arbeiði frá tykkum báðum – og frá øðrum, ið vóru undan tykkum á lívsleiðini. Onnur, sum eisini tóku tøk, tá ið lunnarnir skuldu leggjast.
Nøkur teirra nevna tit sjálvir í formælinum, onnur finna vit, sum skaldið og orðabókamaðurin Chr. Matras tekur til:
”…í kvæðum, sum fólksins varrar
lyftu úr øld í øld”.
Vit hava í dag ikki bara fingið 2 nýggjar orðabøkur millum tvey mál. Vit hava á mangan hátt eisini fingið eina dagførda móðurmálsorðabók – nú 10 ár eftir at flaggskipið í føroyskari orðabókagerð á fyrsta sinni sá dagsins ljós.
Sigast kann, at føroyska málstevið nú um ársskiftið 2007-2008 hevur fingið ein sterkari grundvøll at standa á. Fyrst við einum umfatandi og áhugaverdum máláliti í desember - og nú í februar við hesum báðum nýggju orðabókunum.
Alheimsgerðin, økta samskiftið, og menningin innanfyri tøkni og kt tey seinastu árini hevur gjørt, at ensk hugtøk spæla ein alsamt størri leiklut í gerandismálinum hjá føroyingum.
Við hesum orðabókunum hava tit báðir m.a. verið við til at gera eitt føroyskt nútíðarmál, har tit við einum hópi av dømum vísa, hvussu vit sum brúkarar kunnu flætta hugtøk á ymiskan hátt inn í dagliga samskiftið.
Hetta er ein alneyðugur og avgerandi táttur í menningini av málinum, og ein av fyritreytunum fyri einum livandi føroyskum máli.
Eg kann bara taka undir við tykkum og siga:
”Latið nú bara alheimsgerðina koma, nú hava vit ikki hetta eftir at gera.”
Eg skal vegna Landsstýrið og Mentamálaráðið: Ynskja tykkum hjartaliga til lukku við avrikinum. Tit hava við hesum skapt enn ein týðandi varða í føroyskari málsøgu.