Tveir menn vóru í Føroyar rætti í dag dømdir tríggjar og fýra mánaðir treytaða fongsulsrevsing fyri harðskap. Teir vóru ákærdir fyri at hava skumpað, sligið og sparkað ein mann á kroppin og høvdið, umframt at annar teirra var ákærdur, fyri at hava givið einum øðrum manni ein upp á kjaftin. Menninir báðir noktaðu seg sekar.
Tað var eftir eina størri veitslu í vár, at annar ákærdi legði til merkis, at hansara iPhone var horvin. Sonurin hjálpti honum at leita og ringdi á telefonina. Brádliga svaraði í hinum endanum. Sonurin greiddi manninum frá, at hann og pápin komu eftir telefonini.
Komnir oman í Steinatún sóu feðgarnir mannin. Feðgarnir greddu frá, at tá teir komu yvir til mannin, noktaði hann at geva teimum telefonina. Sonurin tók í armin á manninum, fyri at fáa fatur í telefonini, men var áhaldsin, og allir tríggir duttu umkoll. Pápin tók telefonina frá manninum, meðan hann lá niðri, men áðrenn teir vistu av, komu fólk ímillum og skiltu teir hvør frá øðrum.
Soleiðis ljóðaði frágreiðingin frá feðgunum. Ákærin hevði tó kallað fýra vitni inn, umframt mannin, ið varð álopin, og teirra frágreiðing var nakað annarleiðis.
Vitnini góvu øll nærum somu frágreiðing. Komnir oman í býin lupu feðgarnir á mannin umgangandi. Hann varð skumpaður um koll og síðani sligin og sparkaður fleiri ferðir.
Onnur vitni greiddu frá, at slagsmálið byrjaði við kiosk Steinatún. Eftir at hava bukað mannin væl og virðiliga, bæði sligið og sparkað hann, meðan hann lá niðri, lyfti pápin mannin upp og blakaði hann inn móti ljóskurvuni. Hann fall tá aftur til jarðar og feðgarnir hildu á at buka hann. Vitnini greiddu frá, at sløgini og spørkini vóru hørð.
- Teir løgdu alla kraft í sløgini og tóku armin heilt aftur millum hvørt slagið, greiddi eitt vitni frá.
- Spørkini vóru hørð. Tað bresti hart, hvørja ferð teir sparkaðu. Eg ivaðist ikki í, at okkurt fór at brotna, segði eitt annað vitni.
- Sløgini heglaðu inn yvir meg, greiddi tann álopni løgregluni frá í avhoyri.
Ákærin kravdi teir báðar menninar dømdar tríggjar og fýra mánaðar fongsulsrevsing. Pápin, sum hevði verið tann harðligari av teimum, fekk harðari krav enn sonurin. Ákærin metti, at harðskapurin var so grovur, at treytaður dómur ikki kom upp á tal. Revsingin skuldi tí vera treytaleys fongsulsrevsing.
Verjarnir hjá monnunum kravdu harafturímóti frídøming. Teir hildu fast við, at eingin harðskapur var farin fram. Teir ynsktu tó, at um rætturin metti menninar vera sekar, so skuldu teir fáa so lina revsing sum til bar, helst samfunnstænastu og einans treytaða fongsulsrevsing.
Dómarin kom til ta niðurstøðu, at menninir vóru sekir í ákærunum. Talan var um sera grovan harðskap, metti dómarin, og legði dent á, at harðskapurin var framdur í fleiri umførum, fyrst uttan fyri kiosk Steinatún og síðani yviri við ljóskurvarnar. Dómarin legði eisini dent á, at menninir ikki vóru givnir sjálvir, men at harðskapurin ikki steðgaði, fyrr enn onnur løgdu upp í og hin álopni slapp til rýmingar.
Tó so, við tað, at menninir ongantíð vóru revsaðir fyrr og annars høvdu sera góð persónlig viðurskifti, valdi dómarin at døma teir til samfelagstænastu og geva teimum ein treytaðan dóm.
Endaligi dómurin ljóðaði á fýra mánaðir treytaða fongsulsrevsing til eldra mannin, við tí treyt, at hann skal gera 80 tímar av samfelagstænastu komandi átta mánaðirnar. Yngri maðurin fekk tríggjar mánaðir, við tí treyt, at hann skal gera 60 tímar av samfelagstænastu komandi seks mánaðirnar.
Menninir valdu at taka við dóminum, meðan ákærin bað um umhugsunartíð.
Les longri frásøgn frá rættinum í fríggjadagsblaðnum.