Ein vanlukka uttan líka

Um bingjan við teimum 16 tonsunum av spreingievni, ið stóð á Eystaru Bryggju, hevði tað verið ein vanlukka uttan líka, sigur serfrøðingur hjá Færøernes Kommando

Í sambandi við tey 16 tonsini av spreingievni eru tað fleiri, ið hava sett spurnartekin við, um tað veruliga er hugsandi, at tey fóru í luftina. Søren Skinderholm, ið er spreingiserfrøðingur hjá Færøernes Kommando, sigur, at tað ikki er óhugsandi.
 
Kennir ikki innihaldið
- Nú kenni eg ikki tað nágreiniliga innihaldið í bingjuni, men eldur kundi elvt til spreinging. Dynamitt brennur væl, og kom til dømis eldur í okkurt, sum stóð upp at bingjuni, kundi hitin frá tí eldinum tendrað inni í bingjuni. Tá ið stóra vanlukkan var í Seest í Kolding, har ein fýrverksgoymsla fór í luftina, vóru tað millum annað fleiri bingjur, ið fóru í luftina, hóast eldur ikki var í øllum teimum, greiðir Søren Skinderholm frá.
Spreingiserfrøðingurin hjá Færøernes Kommando greiðir eisini frá, at um til dømis detonatorar vóru í bingjuni, kundi ein trukkur syrgt fyri, at tað tendraði.
- Um ein trukkur av óvart rennur á bingjuna, og gaflarnir fara inn ígjøgnum og renna seg í ein kassa við detonatorum í bingjuni, hevði tað gjørt, at tað tendraði í bingjuni, sigur Søren Skinderholm
 
Torir ikki at hugsa tankan
Sjálvur sigur Søren Skinderholm, at hann torir ikki at hugsa tankan, hvørjar avleiðingar tað hevði havt, um bingjan við spreingievnunum fór í luftina.
- Eg tori ikki at hugsa, hvussu umfatandi tað hevði verið. Men tað er greitt, at tað hevði verið ein vanlukka uttan líka. Havnin hevði neyvan verið javnað við jørðina, men tað høvdu verið ómetaliga stórir skaðar av trykkinum. Tað høvdu nógv fólk latið lív, og nógvir skaðar høvdu staðist av eitt nú brotnum rútum, ið fóru flúgvandi gjøgnum luftina, sigur Søren Skinderholm.
Serfrøðingurin hjá Færøernes Kommando sigur, at ein annar trupulleiki hevði verið, um ein eldur byrjaði beint við bingjuna.
- Eg rokni ikki við, at bingjan hevur havt nakað frámerki, ið hevur víst á, at talan var um spreingievni, ið var í henni. Tí hevði sløkkiliðið heldur ikki havt ánilsi av, hvat teir høvdu við at gera, um teir komu á staðið, og so kundi eisini enda galið, heldur Søren Skinderholm.