Fær fólkaheilsuráðið sín vilja, verður tað ein stór hóttan ímóti føroyskum øli. Tað staðfesta bæði Einar Waag, stjóri og Rúni Heinesen, nevndarformaður í okkara einasta bryggjaríið, Føroya Bjór í Klaksvík.
Sum tað sæst í hinari greinini her á síðuni, vil Fólkaheilsuráðið hava, at Føroya Bjór ikki longur skal sleppa at selja øl av sínum egnu goymslum kring landið.
- Hetta verður onki minni enn ein katastrofa fyri føroyska ølbrygging.
Tað ivast leiðslan í Føroya Bjór ikki í.
Rúni Heinesen, nevndarformaður í Føroya Bjór, sigur, at umleið helvtin av ølinum, sum Føroya Bjór selir, er frá egnum goymslum runt um í landinum og altso ikki ígjøgnum Rúsuna.
Samstundis ásannar hann, at vinningurin av tí, sum verður selt av egnum goymslum, er væl hægri enn av tí, sum verður selt ígjøgnum rúsuna.
- So hetta er stak óheppið, leggur hann afturat.
Hann stúrir eisini fyri at skal øll sølan yvirhøvur trunkast saman í Rúsuni, kann ta føra ávísar kapasitetstrupulleikar við sær.
- Sølan av goymslunum kring landið er meiri í heilum kassum enn tað er í Rúsuni.
Hann sigur, at seinastu árini hevur Føroya Bjór brúkt nógvan pening upp á at innrætta goymslurnar kring landið so at tær líkast meiri handlum, enn goymslum, men fær Fólkaheilsuráðið sín vilja, er allur hesin peningur farin fyri skeyti.
Bumbast aftur í Kattrup-tíðina
Eisini Einar Waag, stjóri í Føroya Bjór, heldur, at tað sær út til, at Fólkaheilsuráðið ætlar at bumbað okkum heilt aftur til Kattrup tíðina, tá ið alt øl, vín og rúsdrekka skuldi bíleggjast í lítlum, hvítum tundurkassum úr Danmark.
- Leggur Fólkaheilsuráðið so stóra dent á atkomuligheitina er bara at avtaka rúsuna heilt, so at vit aftur fara at bíleggja frá Kattrupp, so versnar atkomiligheitin munandi, staðfestir ein smáspeiskur bryggjarístjóri.
Hann heldur ikki, at goymslurnar hjá Føroya Bjór og atkomuligheitin kunnu tengjast saman.
- Goymslan hjá Føroya Bjór í Havn er uttanfyri Havnina og har fer onki fólk til gongu. Í Suðuroy og í Sandoy eru Rúsan og goymslan hjá Føroya Bjór undir sama takið. Tað er heilt burtur við at tengja hesi bæði saman, heldur hann.
Kostar nógv arbeiðspláss
Einar Waag er sannførdur um, at verður ikki longur loyvt at selja øl av goymslunum hjá Føroya Bjór, fer tað at kosta nógv arbeiðspláss.
- So verður ikki brúk fyri nakrari goymslu, sigur hann.
Hann staðfestir eisini, at vinningurin er væl størri av tí, sum verður selt á goymslu, enn hann er av tí, sum verður selt av rúsuni.
- Sostatt verður talan um ein stóran inntøkumiss og tí verður uttan iva neyðugt at seta prísin á øli upp.
Hann heldur annars, at øl er ivaleysa dýrt, sum er, og er endamálið at fáa fólk at drekka veikari, er tað ikki gongda leiðin at gera tey veikaru sløgini dýrari.
At tað skal minka um rúsdrekkanýtsluna at stongja goymslurnar hjá Føroya Bjór, er hann ikki samdur í.
- So skulu øll niðan í Rúsuna at keypa og tá er skjótt at freistast at keypa eina fløsku ella tvær afturat og so er lítið vunnið, heldur Einar Waag.
Rúni Heinesen hevur enntá ein illgruna um, at verða tað bannað at selja av goymslunum hjá Føroya Bjór, er tað ikki fyri at tálma nýtsluni.
- Vit kunnu hava ein lítlan illgruna um, at tað kann vera fyri at tryggja Rúsuni og landskassanum størri inntøkur av rúsdrekkanýtsluni, filosoferar hann.
Einar Waag fer enntá so langt sum til at siga, at verður prísurin fyri at sleppa at bryggja sterkari øl tann, at tað verður bannað at selja av goymslunum, er tað betri at onki hendir, tí so nógv hevur sølan av goymslunum at siga.