Ein vanligur trupulleiki tá ið fólk keypa brúktan bil

Fólk gloyma ofta at boða frá á røttum stað, tá ið tey keypa ein brúktan bil

 

Bæði í nátt og seinastu nátt, hevur løgreglan verið á rundferð og hevur tikið nummarplátur av bilum. Hesa ferðirnar vóru tað bilførarar í Havn og í Norðurstreymoy, sum fingu ein framman á, tá ið teir skuldu í bilin um morgunin, tí løgrglan hevði verið um náttina og tikið pláturnar av bilinum. 

 

Løgreglan sigur, at í hesum umfarið eru pláturnar tiknar av 18 - 20 bilum og tað er tí at eigarin ikki hevur goldið vektgjald, ella trygging, ella ikki er møttur til sýn, ella hevur goldið fyri tað.

 

Men so er tað eisini ein onnur orsøk til, at bilar missa nummarplátur og tað er tí, farið verður ikki rætt fram, tá ið privatfólk keypa og selja bil sínamillum. 

 

Løgreglan sigur, at tá ið ein bilur skiftur eigara, skal Akstovan hava boð um tað í seinasta lagi tvær vikur eftir at bilurin hevur skift eigara. Fær Akstovan ikki boð um, at ein bilur hevur skift eigara, verða nummarpláturnar tiknar. 

 

Løgreglan sigur, at hetta er ein skylda, sum tað er vanligt, at fólk antin gloyma, ella ikki vita um. 

 

Men sum allar oftast minnast tey til at boða tryggingini frá, tí tann, sum selur ein bil, vil ikki rinda trygging fyri nýggja eigaran. Men tá ið tey á Akstovuni so varnast, at navnið á tí, sum stendur fyri at eiga ein bil, og navnið á tí, sum rindar trygging, ikki samsvarar, fellur hamarin.