– Eg eri venjari og tað er eitt arbeiði sum øll onnur. Dysturin ímóti EB/Streymi er ikki nakað serlig fyri meg. Hinvegin er tað nakað heilt serligt at koma í steypafinaluna, ið er tann størsti einstaki dysturin, vit hava og tað er har, vit vilja vera, sigur Sigfríður Clementsen um møguleikan at vinna á sínum fyrrverandi arbeiðsgevara.
EB/Streymur hevur spælt tríggjar ferðir ímóti B36 í ár, men enn er tað ikki eydnast hjá sundalagsmonnum at vinna á árstalsfelagnum.
– Tað vísir seg, at B36 klárar seg væl móti okkum. Teir eru eitt gott lið, ið spælir skjótan fótbólt. Men seinasti dysturin ímóti teimum (1-1 í Gundadali í landskappingini, blaðm) vísir, at vit kunnu fáa møguleikar at skora tey neyðugu málini. Tað gjørdu vit ikki tá, men vónandi gera vit tað hesuferð, sigur Heðin Askham, venjari hjá EB/Streymi.
Landsliðið hevur sum kunnugt verið á ferð seinastu vikuna, men hvørki EB/Streymur ella B36 eru serliga ávirkað av tí ferðini.
– Tað hevur onga ávirkan á liðið hjá okkum. Vit høvdu bara ein mann við á ferðini og tað var Egil á Bø. Brian Olsen og Bjarni Jørgensen spældu á næstbesta liðnum í vikuskiftinum og verða helst við. Eisini Daniel Udsen er um at verða klárur aftur, sigur Heðin Askham
Eisini B36 hevði bara ein mann við á ferðini.