Ímeðan Ternan røkir Sandoyarleiðina, fer Silja Star at røkja Nólsoyarleiðina. Seinnapartin fer Sam farmatúr til Nólsoyar, tá fer Alfa Pilot at røkja Kallsoyarleiðina.
Góð og reglulig samferðsla er ein grundsúla í einum oyggjasamfelag sum okkara. Vegakervið, tunnlar og undirsjóvartunnlar viðvirka til eina sterka samanhangskraft í Føroyum, góðar møguleikar hjá vinnuni at virka og ikki minst góðar møguleikar hjá tí einstaka at virka. Har ikki er koyrandi er tí umráðandi at ferjurnar eru dagførdar og lúka tann tørv vit í 2011 seta og eiga at seta.
Sjóvegis ferðasambandið er eitt av mínum hjartamálum. Sjálvur eri eg uppvaksin á útoyggj og kenni tørvin av at hava álítandi ferðasamband. Eg kenni tí væl fustratiónina hjá Sandoyingum, Nólsoyingum og Kallsoyingum tá Teistin liggur við breki. Jamen hví rakar brekið hjá Teistanum onnur enn sandoyingar? Strandferðslan eigur einki eykaskip at seta í sigling. Harvið er og hava vit so dyggiliga sæð, seinastu tíðina ikki álítandi samband við hesar oyggjar.
Hvat er at gera?
Teistin skal umvælast beinanvegin, so at hann kann røkja sandoyarleiðina hvønn dag árið runt. Síðani skal nýtt Nólsoyarskip smíðast. Ternan, sum røkir Nólsoyarleiðina er ikki besta loysnin. Ternan er í størra lagi til at sigla til Nólsoyar, hon er dýr í rakstri, men hinvegin er hon vælegnað til avloysaraskip, tí hon kann røkja leiðina til Nólsoyar, Skopunar, Kalsoynna, og kanska undir serligum umstøðum til Suðuroyar.
Eitt annað sum talar fyri at updata júst Nólsoyarleiðina er, at tað liggur eitt sokallað skitsuprosjekt av eini nýggjari ferju til Nólsoyar klárt.
Skal tað verða liviligt í útjarðarnum, skula barnafamiljur og vinna seta seg niður uttan fyri miðstaðarøki, so er góð og álítandi samferðsla ein altavgerandi fyritreyt.