Teir bilarnir, ið vóru fyrstir á breytini høvdu bestu viðurskiftini, og soleiðis endaði Ralf Schumacher á sína fyrstu fremstu byrjunarstøðu fyri Toyota. Jenson Button fekk aðru byrjunarstøðu í BAR-Honda, hetta merkir at japanskir motorar høvdu báðar fremstu støðurnar. Men eisini Christian Klien í Red Bull Racing í fjórðu støðu, og heimsmeistarin Alonso sum nummar sekstan, og Montoya, Räikkönen og Trulli aftast, var heldur óvæntað.
Trulli og Monteiro koyrdu útav, meðan ringu umstøðurnar gjørdu at Montoya valdi ikki at koyra umfarið og Räikkönen koyrdi so spakuligt, at hann endaði síðstur. Tað regnaði serliga illa at endans, hetta gekk útyvir teir, sum endaðu fremstir seinast. Kimi Räikkönen skifti motor fríggjadagin, og skuldi tí flyta 10 støður aftur í byrjanini, men nú endaði hann síðstur, og sleppur sostatt undan hesum.
Alt hetta legði upp til eina sera spennandi koyring við hópin av yvirhálingum. Serliga tí sunnumorgunin var turt í veðrinum, og 25 hitastig í Japan.
nud
Byrjunarstøða á Suzuka
1. Ralf Schumacher Toyota
2. Jenson Button BAR- Honda
3. Giancarlo Fisichella Renault
4. Christian Klien Red Bull Racing
5. Takuma Sato British American Racing Honda
6. David Coulthard Red Bull Racing
7. Mark Webber Williams-BMW
8. Jacques Villeneuve Sauber-Petronas
9. Rubens Barrichello Ferrari
10. Felipe Massa Sauber-Petronas
11 Narain Karthikeyan Jordan-Toyota
12. Antonio Pizzonia Williams-BMW
13. Christijan Albers Minardi-Cosworth
14. Michael Schumacher Ferrari
15. Robert Doornbos Minardi-Cosworth
16. Fernando Alonso Renault
17. Kimi Räikkönen McLaren-Mercedes
18. Juan Pablo Montoya McLaren-Mercedes
19. Jarno Trulli Toyota
20. Tiago Monteiro Jordan-Toyota










