Løgregluni hevur havt nógv at gera á ólavsøku, men tað hevur tó ikki verið meira enn aðrar ólavsøkur Tað hava ofta verið boð eftir løgregluni um vikuskiftið. Túsundtals fólk hava hildið ólavsøku í Havn, og tað hevur ikki bara gingið friðarliga fyri seg.
Løgreglan hevur í øllum førum havt úr at gera, men á løgreglustøðini í Havn halda tey tó ikki, at tað hevur verið meira enn vanligt er eina ólavsøku.
Fleiri fólk hava sovið rúsin av sær á løgreglustøðini, onkur er tikin fyri at koyra við kenning, løgreglan er boðasenda til onkran bardaga, og onkur er tikin fyri brot á politiviðtøkurnar.