Rundferð
? Skúlin broytist alla tíðina, og serliga tíðina
Tað má Chris Jan Michelsen ásannað, eftir at hava sitið í skúlastýrinum á Tvøroyri í eina tíð.
á fyrsta fundinum í rundferðini hjá Annlis Bjarkhamar, bjóðaði hann henni vælkomnum á Tvøroyri at tosa við lærarar og skúlastýri um framtíðar skúlan
Hann helt, at uttan broytist skúlin ikki tað stóra.
?Men innan kemur ein gjøgnumstreymingur av menniskjabørnum at seta síni spor, stór og smá, somuleiðis tey lærarafólk ið starvast ella koma at starvast her.
Og hann helt, at júst tað, at skiftandi ættarlið brúka skúlan, ger at hann ikki kemur at standa í stað, men lagar seg til tey krøv sum koma uttanífrá.
? Kanska henda broytingarnar ikki so skjótt, sum vinnulívsmaðurin vil.
Men tað helt hann bara var at fegnast um.
? Eitt skip ið siglir zig-zag kós nýtir ofta nógva orku til onga nyttu og tí er ein vissur trekleiki nyttugur, serliga tá nógv ymisk sjónarmið skulu samansjóðast.
Chris Jan Michelsen segði í orðsins besta týdningi, er tað vorðið fríari at ganga í skúla.
? Lærubøkurnar eru vorðnar fleiri og meiri áhugaverdar. Fak, sum elva til forvitni og áhuga hjá børnum hava funnið vegin fram til teir smærru klassarnar, og undirvísingin er lagað til hvønn einstakan næming.
Sum støðan er í dag, visti hann ikki um tað ber til hjá skúlanum gerast ein framleiðara av eini 100 % lidnari vøru til tað samfelagið sum er við endan av skúlatíðini.
? Hetta krevur at næmingurin nokk so tíðliga í sínum lívi skal velja. Og skal hann velja til, so má hann eisini velja frá og tað er okkurt, sum bendir á, at kunnleikin um tilboðini er ikki nóg stórur.
? Kanska kundi tey sum taka ímóti næmingunum,tá teir eru lidnir, gjørt eitt betri upplýsingararbeiði og bjóða eina betri starvsvenjing meðan næmingurin enn gongur í skúla.
Og so spurdi hann eisini, hvar foreldrini eru í hesum meldrinum.
? Tey hava ábyrgdina av og mynda uppvøksturin hjá barninum. Tað er óivað eitt evni sum er vert at taka upp.
Chris Jan Michelsen segði, at tað, hann hevði fingið burturúr upplegginum til fundin, var, at eitt vanligt sjónarmið er, at tá ið krøv koma um broytingar, má eisini greiðliga verða mett um avleiðingar og úrslit.
?Tá mugu lands- og kommunalir myndugleikar tosað saman, og ikki minst mugu tey fólk sum eru við at leggja broytingarnar til rættis, hava møguleika til at menna seg.
? Politikarin tosar um tíð og lærarin tosar um eftirútbúgvingar. Alt hetta kostar pengar, og tað er ein veruleiki eingin kemur uttanum. Heldur ikki politikarar ella embætisfólk.
Ananrs helt hann, at vit mugu ásanna, at til botns í hesum orðaskiftinum um skúlan koma vit ongantíð.
? Samfelagið, sum skal taka ímóti fólkaskúlabørnunum, broytist alla tíðina og krøvini til fólkaskúlan við. Og sum rákið er nú, vænti eg at tað verður ein spurningur, um krøvini um broytingar fara at koma úr erva ella sum ein neyðug tillaging fyri at standa seg í kappingini við aðrar skúlar, segði Chris Jan Michelsen.
Sí eisini greinarnar" Ikki tað stóra súsið" og "Krevja ov nógv av eldsálunum"