- Hetta hevur verið eitt gott ár fyri okkara kommunu. Tað er hent nógv í okkara øki, og virksemið hevur verið stórt. Vit kunnu eisini fegnast um, at seinastu tíðina hava vit havt góðan fólkavøkstur her í økinum, og tað vóna vit fer at halda fram.
Tað sigur borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Gunvá við Keldu, í eini heilsan til sínar borgarar.
Hon vísir á, at vøkstur hevur verið í inntøkunum hjá kommununi.
- Skattainntøkan er vaksin við góðum 6% prosentum í ár, og hetta sigur nakað um stóra virksemið, sum er her í okkara parti av landinum. Fyri nøkrum árum síðani var skattaprosentið í kommununi sett upp, og nú fleiri pengar koma í kassan, hevur býráðið gjørt av, at skattaprosentið skal lækkast eitt hálvt prosent næsta ár, so eisini okkara borgarar merkja og fáa lut í framgongdini.
Borgarstjórin sigur, at býráðið hvønn dag merkir, hvussu stóra virksemið í fiskivinnuni er ein drívmegi í okkara samfelag.
- Okkara skip og bátar fiska og framleiða sum sjáldan. Virkini á landi hava stóra framleiðslu við nógvum arbeiðsfólkum. Aðrar vinnur og tænastur eru eisini við til at stuðla undir fiskivinnuna og njóta gott av hennara stóra virksemi.
Hon vísir á, at Klaksvíkin eisini hevur aðrar vinnur og tænastur, har fólk í hópatali dríva á, og hóast tíðirnar hjá summum ikki eru, sum tær hava verið, eru fólk vónrík og framtakshugað og tað er gull vert fyri kommununa.
- Vit hava almennar tænastur, sum vit ferð eftir ferð kunnu fegnast um. Saman við teimum hava vit eisini frítíðarfeløgini, ítróttarfeløgini, sjálvbodna arbeiðið og kirkjur og samkomur, sum hava so ómetaliga stóran týdning fyri okkara samfelag, sigur borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Gunvá við Keldu.