Í gjárkvøldið var stóra MGP finalan, har Soluna Samay úr Danmark endaði á einum 23. plássi.
Eftir finaluna var songkvinnan skelkað og vónbrotin. Hon fekk einans 21 stig, og endaði tí á 23. plássi í finaluni í aserbadjanska høvuðsstaðnum Baku.
Meðan Svøríki nú kann kalla seg vinnara av MGP 2012, gekk tað long tíð áðrenn Danmark fekk síni fyrstu stig í kappingini.
- Tað hevði eg ikki væntað, segði Soluna Samay við danskar miðlar.
Hon sigur eisini, at hon altíð hevur havt í huganum, at alt kann henda í Eurovision. Ein verður mangan skelkaður, men songkvinnan ætlar ikki at lata hetta niðurlagið halda henni
aftur.
- Eg ætli mær altíð at gera tónleik. Eisini hóast hetta er hent. Og óansæð hvat, so er hetta ein uppliving, sum eg ongantíð fari at gloyma. Eg eri bara takksom fyri tað, sum hendan
kappingin hevur lært meg.
Chief 1 og Remee, sum báðir hava skrivað danska MGP sangin, søgdu við danskar miðlar eftir finaluna, at neyðugt var at savna allan bólkin, og práta saman um hendingina.