Hann sær út sum vanligt svart asfalt, men vøllurin er klæddur við gummi og er soleiðis góður hjá børnum at spæla á.
- Vit hava leingi ynskt okkum eitt øki, sum kann brúkast til ymiskt spæl. Nógv børn hava í nógv ár droymt um ein vøll, sum er góður at t.d. sparka á, sigur Salua Manai, leiðari á Margarinfabrikkini.
Og nú verður hetta veruleiki. Vøllurin er klæddur við gummiasfalti, málini fest og kurvar til basket bóltaðar í jørðina soleiðis, at alt heldur til tað, vøllurin er ætlaður til.
Hegn er allan vegin runt vøllin fyri at halda bóltum og øðrum inni á økinum.
- Tað hevur mangan verið vandamikið hjá børnunum at runnið eftir bóltum, so hetta er kærkomið, sigur leiðarin á Margarinfabrikkini.
Øll hava møguleika at brúka vøllin, nú hann er liðugur. Eitt nú er hugsað um miðbýarbørnini, sum kunnu spæla á vøllinum alt árið.










