Seinastu dagarnar hava vit hoyrt í fjølmiðlum ? í Útvarpinum ? tað loyvir seg betur at vera ógiftur fyri at kunna fáa forsorgarhjálp. Tað dømi, sum hevur verið frammi, snýr seg um ta støðu, sum summi koma í, tí tey fáa ikki barnaansing.
Tá hava tey einki annað í at velja, enn at annað av foreldrunum sigur seg úr starvi, og fyri at kunna klára seg dúva tey so upp á forsorgarhjálp frá Almannastovuni. Í øllum førum so leingi, sum hon fæst, ella til eitt ansingarpláss er í eygsjón.
Men nú er so staðfest alment, at henda møguleika kunnu bara foreldur, sum eru ógift troyta. Tey, sum eru gift, kunnu ikki fáa hesar sømdir, tí tann »gifti« pápin hevur forsyrgjaraskyldu, og so ber ikki til at fáa forsorgarhjálp.
Her verður gjørdur munur á giftum og ógiftum, og tað kann ikki vera rætt. Í teimum liberalistisku tíðum, vit liva í, eru tað kanska ein triðingur av øllum foreldrum, pørum, sum ikki eru gift. Tey búgva saman ella eru sambúgvar, sum sagt verður.
Í fleiri førum hava tey ein frammihjárætt, sum tey giftu hava. Hetta ger, at tað eru nógv, sum avgera ikki at gifta seg, og í ringasta føri eru tað gift, sum umhugsa at lata seg skilja fyri at fáa nøkur samfelagslig rættidi, sum ógift hava.
Líka mikið hvørja etiska áskoðan fólk hava um hjúnabandsskipanina ella sambúgvaskipan, so kann ikki vera rætt, at munur verður gjørdur á fólki, so her eigur at verða ruddað upp skjótast gjørligt.
Í tí aktuella døminum varð eisini nevnt, at støðan hjá einum pari var vorðin so trupul, at tey vóru um at missa húsini, tí tey kunnu hvørki fáa barnaansing ella forsorgarhjálp! Í vælferðarsamfelagnum Føroyar!!! Ella???
Tað ein ólukksálig líkasæla, sum ger seg galdandi millum bæði kommunu- og landspolitikkarar okkara. Í fleiri ár, ja, líka síðani kreppan so smátt fór at hæsa av, hava vit ásanna, at barnaansingin fór at gerast ein stórur trupulleiki.
Og havt síggja vit í dag. Í høvuðsstaðnum meira enn 500 fólk á bíðilista. Fólk missa arbeiði, tí tey fáa ikki børnini ansað. Og nú hoyra vit um familjur, sum eru um at missa húsini, tí tey fáa ikki ta neyðugu hjálpina, sum onnur kunnu fáa!
Føroyskar familjur kunnu ikki flyta aftur til Føroya, tí støðan á ansingarøkinum er so út av lagi vánalig, at hon er at samanbera við støðuna í menningarlondum. Støðan á ansingarøkinum er einki annað enn ein vælferðarskomm!
Álvaratos - kommunu- og landspolitikkarar - takið tykkum saman, setið tykkum saman og fremjið nakrar bráfeingis loysnir, so vit sleppa úr hesi mannminkandi støðuni, sum rakar so nógvar familjur, at gleðin at fáa børn í staðin skapar ampa, trega og óloysligar trupulleikar!