Í hesi kapping vann Boeing 737 flogfarið hjá Victoria’s Secret uttan iva. Í sambandi við at undirklædnafyritøkan skuldi hava stóra mótasýning í Los Angeles, vórðu 18 av heimsins vakrastu undiklædnamodellum savnaðar, m.a. Selita Ebanks, Karolina Kurkova, Adriana Lima, Gisele Bündchen, Izabel Goulart og Alessandra Ambrosio. Tær ferðaðust til Los Angeles í Boeing flogfarinum hjá Victoria’s Secret, og talan gjørdist sambært vælvitandi keldum um ein sera vakran túr.










