Ein upplagdur møguleiki at hitta fólk

Fríggjakvøldið 7. juni var aftur mentanarnátt í Havn. Skipað varð fyri ymsum tiltøkum runt í um í býnum, og góða veðrið gjørdi tað bara betri

Klokkan er átta á kvøldi, og tú uppdagar beinanvegin, at okkurt serligt er á vási. Óvanliga nógv fólk er úti, og parkeringsplássið uttanfyri SMS er stúgvandi fult av bilum ? ironiskt, hóast alt, tá sólin hevur hitað um alt landið allan dagin. Men sjálvt um hitastigini hava verið óvanliga nógv, verður bilurin ikki standandi í túninum.
Og talið av fólki inni í SMS samsvaraði við bilarnar uttanfyri. Tá klokkan var farin eitt sindur av átta spældu All That Rain á torginum, og til tíðir varð tað eitt sindur trongligt. Fólk í øllum aldri, barnavognar, konur við stórum búki, børn og ein rúgva av tannáringum. Men hetta sigur seg kanska sjálvt, tí lítla løtu frammanundan hevði Brandur Enni verið á pallinum. Runt í øllum meldrinum, gingu menn frá vaktargarðinum, og syrgdu fyri at alt gekk fyri seg á sømiligan hátt.

Miðbýurin

Eftir eina hugnaliga løtu í SMS, gekk leiðin oman í miðbýin. Har vóru eisini ymisk tiltøk á skránni, men ikki so nógv fólk vóru at síggja. Tó meira enn eitt vanligt fríggjakvøld um hesa tíðina.
Frammanfyri Býráðshúsið, í tí setandi sólini, spældi Chaldur, sum spælir jazz. Nøkur fá fólk høvdu nýtt høvi til at koma saman og njóta henda eitt sindur øðrvísi tónleik.
Runt um á gongugøtuni standa smáir bólkar av fólki og práta. Og á Ebenezer trappuni standa ung og syngja kórsang, meðan ein lítil áhoyrarafjøld lurtar.
Føroyingar eru kanska eitt fólkaslag, ið velur at halda seg innandura, tí tað vóru ikki so nógv fólk í miðbýnum um níggju tíðina fríggjakvøldið, sjálvt um veðrið var av tí allarbesta. Men á teimum, sum úti vóru, sást týðiliga, at sólin hevði verið frammi, tí tann vanliga bleika húðin var vorðin reyð av hitanum.
Og hinvegin, kanska føroyingar eru náttarravnar, tí ímóti midnáttarleiti var ein rúgva av fólki í miðbýnum, har tú fekk varhugan av, at hetta var mestsum ein lítil ólavsøka. Ein stór fjøld av fólki spákaði aftur og fram, og tað var ógvuliga ljóst úti, næstan sum á alljósum degi
Mentanarnáttin er eitt upplagt høvi at hitta fólk, práta, spáka runt í býnum og kanska enntá keypa okkurt fyri at vera eitt sindur betri við teg sjálvan enn tú vanliga hevði verið.
Fólkið, tað góða veðrið og prátið ger, at tú skjótt fer at hugsa um tann so vælkenda sangin hjá Louis Armstrong: "... I see friends shaking hands, saying ?How do you do??, what they really say, is ?I love you?...". Ja, Havnin var veruliga "A wonderful World" fríggjakvøldið.