Tá tingið kom saman í dag, tóku tvey varafólk sæti á tingi.
Tað er kanska heldur sermerkt, at tey bæði, sum hava biðið um farloyvi, eru millum teirra, sum hava gjørt mest um seg í málinum um broytingar í hjúnabandslógini. Og júst hjúnabandslógin kemur væntandi til viðgerðar aftur ein av komandi døgunum.
Tað eru Jenis av Rana og Hanna Jensen, sum hava biðið um farloyvi, og í teirra stað koma Karsten Hansen og Bjarni Petersen. Hanna Jensen er burtur í arbeiðsørindum, meðan Jenis av Rana er uttanlands sum limur í Norðurlandaráðnum.
Karsten Hansen er gamal í garði í løgtinginum. Hann hevur verið bæði løgtingsmaður og landsstýrismaður, enntá fyri tveir ymiskar flokkar, og gjørdist nummar trý á lista Miðfloksins á løgtingsvalinum 1. septembur. Hann fekk 206 atkvøður á valinum.
Bjarni Petersen er eitt av nýggju andlitunum í føroyskum politikki. 21 ára gamli havnarmaðurin endaði nummar fýra á listanum hjá Framsókn og er tí 1. varamaður. Hann fekk 135 atkvøður á løgtingsvalinum.
Hetta skeiklar neyvan býtið av atkvøðum um broytingarnar í hjúnabandslógini. Bjarni Petersen er samdur við flokkinum og Honnu Jensen, sum er ein av uppskotsstillarunum, meðan Karsten Hansen á sinni skifti úr Tjóðveldisflokkinum yvir í Miðflokkinum, eftir at nógv umtalaðu broytingarnar í 266b vóru samtyktar.