Tað var ein vaktarmaður við jødisku synagonguna í Keypmannahavn, sum varð skotin og doyði, tá ein maður lat skot av við synagoguna í gjárkvøldið.
Trygdin varð økt kring synagoguna eftir skottilburðin við Krudttønden seinnapartin í gjár. Í synagoguni var jødisk konfirmatiónsveitsla, har um 80 fólk vóru til staðar.
Tað hava vanliga vaktarhald við dyrnar – og í gjár høvdu tey økt vaktarhaldið. Ungi maðurin, sum varð skotin og doyði, var partur av jødisku meinigheitini í Keypmannahavn.