- Fólk fara ikki niðan eftir í vetrarhálvuni, tí nærri sjónum tú ert, minni gler og ísur er á vegnum, sigur Henrik Old, sum heldur at ein tunnilsloysn er betri inn ætlaði innkomuvegurin.
Hóast tunnilsuppskotið hjá Anniku Olsen tíðliga bleiv vrakað, hevur Samferðslumálaráðið seinastu mánaðirnar kannað eitt uppskot frá tunnilsfelagnum um ein tunnil av Hvítanesi og niðan á Vatnaskarðar.
Landsverk hevur gjørt ferðsluframsøgnir við atliti at tunnilsuppskotinum, men hevur at enda vrakað uppskotið. Landsverk væntar, at fólk flest fara framvegis at velja Hvítanesvegin inn í Havnina, um eitt slíkt uppskot kemur, og tí er lítið vunnið við tí, heldur Landsverk.
Uppskotið um innkomuveg, sum nú liggur á borðinum, hevur millum annað ein veg av Kaldbaksvegnum og niðan á Vatnaskarðar umvegis Skarðshjalla. Tað er hesin teinurin, sum Landsverk væntar veruliga fer at gera mun fyri ferðsluna inn í Havn, tá Eysturoyartunnilin er komin.
Tað kann tykjast heldur løgið, av tí at hesin vegurin fer at liggja væl norðan fyri tunnilsmunnan, men Landsverk væntar, at ferðslan eftir Kaldbaksvegnum fer at vera 35 prosent størri enn gjøgnum Eysturoyartunnilin.
Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, heldur tó at tunnilsuppskotið frá tunnilsfelagnum er betra loysnin, men fer at lata serfrøðina ráða í hesum føri.
- Framrokningarnar vísa, at fólk í høvuðsheitum fara at koma eftir Kaldbaksvegnum, men eg má siga, at eg loyvi mær at ivast í hesum. Harumframt ivist eg í, um tey, sum koma úr tunlinum, fara at velja leiðina niðan í fjøllini heldur enn at koyra fram við strondini eftir Hvítanesvegnum, sigur hann, sum eisini ivast í, um ferðslan eftir Kaldbaksvegnum verður so nógv, sum framrokningarnar vísa.
Hann heldur, at serliga um veturin verður nógv sum talar fyri, at fólk fara at velja tunnilin og vegin nærri sjóvarmálanum.
- Høvdu tey kunnað koyrt úr Eysturoyartunlinum inn í ein annan tunni, sum førdi tey nærum allan vegin inn í Havnina, so haldi eg, at tey flestu høvdu valt ta loysnina. Fólk fara ikki niðan eftir í vetrarhálvuni, tí nærri sjónum tú ert, minni gler og ísur er á vegnum, sigur hann.
- Tað tykist tíverri ikki sum tað er so stór undirtøka fyri eini tunnilsloysn. Bæði Landsverk og Tórshavnar kommuna vilja halda fast við innkomuvegin, so tað verður allarhelst soleiðis, sigur landsstýrismaðurin.
Henrik Old sigur, at ætlanin við innkomuvegnum er rættiliga gomul og Tórshavnar kommuna tí hevur lagt ætlanir eftir hesum vegnum. Upprunaliga avtalan stavar frá 1987, tá arbeiðið við Kollafjarðartunlinum byrjaði. Tá gjørdu Lasse Klein, landsstýrismaður í samferðslumálum, Mikkjal Helmsdal, landsverksfrøðingur, og Poul Michelsen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, eina ætlan fyri at loysa ferðslutrupulleikarnar í Havn, sum stóðust av hesum nýggja sambandinum.
- Býráðið sær møguleikan at gagnnýta innkomuvegin til ymiskt annað upp í Hoyvíkshaganum, so tað loysir seg ikki at fara at klórast um hatta, sigur hann.
Heldur ikki Henrik Old væntar, at innkomuvegurin verður klárur til tunnilin letur upp.
- Tað eru nógvar milliónir sum skulu játtast og alt kann ikki játtast í einum, sigur hann. Sambært avtaluni við Tórshavnar kommunu og tunnilsfelagið, skal landið rinda 115 milliónir krónur av vegnum. 6,5 milliónir eru játtaðar í ár, men Henrik Old sigur, at tær írestandi 109 milliónirnar ikki verða játtaðar í einum, men vil ikki vátta, at hetta fer at útseta innkomuvegin.
- Nógv er eftir at gera, eftir at sprongt er ígjøgnum, so tað verður neyvan fyrr enn móti sumri í 2020, at koyrandi verður undir Tangafjørð, sigur Henrik Old.
- Tað verður yvir minst trý ár, at restin av játtanini verður givin. Tað merkir tó ikki, at einki veðrur klárt, tá tunnilin letur upp. Nógv kann gerast, sjálvt um tey ikki fáa allan peningin í einum, og tunnilsfelagið og kommunan skulu eisini gera ein part av vegnum, sigur hann.










