Ein triðingur av ferðaseðlinum fer til avgjøld

230 krónur av 699 krónum er tað sama sum 33 prosent. Tað er tað, sum Atlantsflog skal rinda í avgjøldum til Vága Floghavn, 165 krónur, og til landskassan, 65 krónur.

 

Og tað heldur Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantsflog, vera alt ov nógv.

 

Hann vísir á, at síðani 2013 er talið á teimum, sum flúgva við Atlantsflog økt við 57.000 fólkum um árið, og tað vil siga, at bæði Vága Floghavn og landskassin fáa meira í kassan.

 

– Avgjøldini eiga at fara niður. Betýðiligt niður. Tað hevði farið av ferðaseðlinum beinanvegin, sigur Niels Mortensen.

 

Ein vøkstur upp á 57.000 ferðafólk um árið merkir, at Vága Floghavn fær 9,5 milliónir krónur eyka í kassan. Fyri landskassan merkir tað, at landið fær 3,7 milliónir krónur.

 

Hjá Niels Mortensen er eingin ivi: Hesir pengar eiga at verða brúktir til bíligari flogferðaseðlar, so fleiri fólk sleppa at flúgva.

 

Hoyrið samrøðu, sum Árni Gregersen gjørdi við Niels Mortensen á Rás2 við at trýsta á pílin undir myndini.