Ein triðingur vitjar Mykines

Men ferðafólkini sakna fleiri matstovur uttan fyri Havnina

Ein lítil triðingur av ferðafólkunum, sum koma til Føroya, vitja í Mykinesi. Tað er úrslitið av einum spurnarumfarið, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Visit Faroe Islands.

 

Næstan øll (95,4%) vitjaðu í Tórshavn. Síðani vitjaðu 62% í Klaksvík, 62% í Gjógv, 58% í Vestmanna, 58% í Saksun og 50% á Eiði. 31% vitjaðu í Mykinesi. Havast skal í huga, at talan er um støð, har ferðafólkini hava steðga á, og ikki støð, har tey einans hava koyrt ígjøgnum.

 

Høvuðsorsøkin hjá flestu ferðafólkunum at vitja Føroyar var náttúran (66,5%), og 54% søgdu, at besta upplivingin var føroyska náttúran, meðan 20% søgdu, at gongutúrar vóru besta upplivingin. Umleið tveir triðingar høvdu gingið túr í náttúruni.

 

Meirilutin av teimum spurdu høvdu ongar neiligar upplivingar á ferðini. Kortini vóru nøkur, ið høvdu eitthvørt neiligt at nevna um túrin. 12% nevndu vantandi matstovur uttanfyri høvuðsstaðin, 11% søgdu, at príslegan var ov høg, meðan 8% høvdu keðiligar upplivingar við Strandferðsluni. 5% søgdu, at ov fáir møguleikar vóru at vera virkin sunnudagar, tí alt var stongt.

 

Kanningin varð gjørd í tíðarskeiðinum 22. juli til 22. august 2018. 483 ferðafólk játtaðu at taka lut í kanningini. Flestu samrøðurnar (71%) fóru fram á Tax Free økinum á flogvøllinum í Vágunum, meðan 28% av samrøðunum vórðu gjørdar á keiini í Tórshavn.