Ein triðing fleiri persónbilar

Hagtøl hjá Akstovuni vísa at sølan av nýggjum persónbilum er vaksin við einum triðingi í mun til fyrstu átta mánaðirnar í fjør. Nú fyrstu átta mánaðirnir eru farnir av hesum árinum, vísa hagtølini hjá Akstovuni, at sølan av nýggjum persónbilum er vaksin við 33 prosentum í mun til sama tíðarskeið í fjør. Í ár eru seldir 555 persónbilar í mun til 416 í fjør.

Sølan av vørubilum stendur so at siga í stað. Seldir eru 56 vørubilar í mun til 54 í fjør. Samlaði vøksturin av nýggjum akførum er 13 prosent í mun til sama tíðarskeið í fjør.