Superliga
So fekk enn ein føroyingur høvi at royna seg í superligaiuni. Landsliðsleikarin Jákup á Borg fer í morgin av landinum til Danmarkar, har hann næstu tríggjar mánaðirnar skal royna seg í danska superligafelagnum OB úr Odense.
Gekk ótrúliga skjótt
Jákup á Borg er sum vera man ógvuliga fegin um at hava fingið møguleikan at koma til eitt superligafelag. Hann dylur ikki fyri, at tað er ein ótrúligur møguleiki, og samstundis eitt stórt fet á veg móti tí stóra dreyminum um burturav at gerast yrkisleikari uttanlands.
Áheitanin frá OB um at leiga føroyska landsliðsleikaran kom leygarmorgunin, so neyðugt var at gera skjótt av, tí flytingarvindeygað stongdi á midnátt sunnukvøldið. Tað var Jákup í Stórustovu, ið er umboðsmaður hjá Jákupi á Borg, ið fekk áheitanina frá danska felagnum. Hann boðaði beinan vegin felagnum hjá Jákupi á Borg, Havnar Bóltfelag, frá fyrispurninginum, og so gekk alt sera skjótt fyri seg, greiðir Jákup á Borg frá. Í sama viðfangi leggur Jákup afturat, at hann fegin vil nýta høvið til at takka bæði HB og arbeiðsgevara sínum, Føroya Bjór, fyri stóra vælvild. Allir partar vóru ótrúliga positivir, og hetta gjørdi sjálvsagt sítt til, at tað var møguligt at fáa avgreitt leigusáttmálan so skjótt.
Tað er ikki av tilvild, at OB leigar júst Jákup á Borg, tí fyri einum ári síðani var hann til royndarvenjingar í danska felagnum. Tað gekk eisini væl, men tá hevði OB ein rættuliga breiðan hóp, og mett var, at tørvur var ikki á enn einum vongspælara. Men Jákup hevði staðið seg væl undir royndarvenjingini, og tí var hann ikki gloymdur.
Fingið góð ráð frá Heine Fernandez
Sjálvur ivaðist Jákup á Borg ikki, tá ið hann fekk tilboðið frá OB, og hann er ógvuliga spentur upp á avbjóðingina. Jákup ráðførdi seg við danska venjaran hjá HB, Heine Fernandez, og tað hjálpti mær nógv, sigur Jákup á Borg. Heine Fernandez var sjálvsagt harmur um at missa Jákup í tríggjar mánaðar, men hann stuðlaði samstundis Jákupi í avgerð síni.
Heine Fernandez ávaraði eisini Jákup um, at tað kann verða trupult at koma til eitt felag sum leiguspælari. Sum leiguspælari skalt tú gera tað ótrúliga gott fyri at koma á liðið, tí ein venjari vil altíð taka spælarar, ið eru bundnir at felagnum í longri tíð, fram um spælarar, ið eru leigaðir fyri eitt styttri tíðarskeið, var eitt av boðunu, ið Jákup fekk frá Fernandez. Feløgini vilja altíð fyrst og fremst satsa upp á tað fasta, segði danski venjarin við Jákup.
Føroyski landsliðsleikarin ásannar, at hann ikki kann vænta at sleppa beint inn á liðið hjá OB, men málið hjá honum er so at dríva á, og síggja hvussu langt tað røkkur. Danska kappingin byrjar um knappar tvær vikur, men undan hesum hevur OB tveir venjingardystir á skránni, har høvi helst verður hjá Jákupi at vísa venjaranum, Troels Bech, hvør dugur er í honum. Venjingarstøði skuldi verið á góðari leið, sigur Jákup á Borg, og venjingarlegan í Spania við landsliðnum hevur hjálpt munandi upp á bóltførleikan. Jákup hevur í vetur spælt hondbólt við H71 í bestu mansdeildini, og av teirri orsøk er hann helst betur fyri, enn nógvir av hinum føroysku leikarunum.
Ikki bangin fyri at sita á bonkinum
Royndirnar hava víst, at føroyingar í donskum feløgum, hava sitið nógv á beinkinum ella verið heilt uttan fyri hópin. Dømir um hetta er Jón Rói Jacobsen í Brøndby, Johan Byrial Hansen í júst OB og Christian Høgni Jacobsen í Esbjerg. Men hesum stúrir Jákup á Borg ikki fyri. Hann heldur tað verða mennandi undir øllum umstøðum at fara avstað, og fær man ikki spælitíð í superligauni, so fær man roynt seg á eykaliðnum í danmarks-seriuni, og har er støðið eisini rættuliga høgt, metir Jákup á Borg.
Jákup á Borg er familjumaður við stórum F, og tí var neyvan nøkur avtala gjørd, um familjan ikki var við. Sum áðurnevnt fer Jákup sjálvur av landinum í morgin, meðan familjan væntandi kemur til Odense um eina viku ella so. Í fyrstuni skal Jákup búgva á gistingarhúsi í føðistaðnum hjá H.C. Andersen, men tá ið tey bæði unnustan Sussie og lítli sonurin Fríði koma niður, verður farið í íbúð, sum OB útvegar føroysku familjuni. Jákup er sum sagt sera spentur upp á avbjóðingina, og tað munnu teir allarflestu fótbóltsáhugaðu føroyingar eisini verða, og Sosialurin fer at fylgja væl við, hvussu tað gongur hjá føroyska landsliðsmanninum í OB.