Upptøkurnar, har ein tyrluskipari kemur skíðrennarum í Fronsku Alpunum til hjálpar, hugtaka mong á netinum kring heimin. Hugt hevur verið eftir upptøkuni aftur og aftur.
Tað er ein, sum kallast Nicolas Derely, ið hevur gjørt upptøkurnar. Saman við øðrum var hann staddur í einum skráa í 2200 metra hædd, harav hin eini hevði fingið ein knæskaða og hevði brúk fyri hjálp.
Í upptøkuni sæst, hvussu tyrlan ger eina sonevnda ”support skate” manøvru, har tyrlan líka sum setir fremsta partinum av maskinuni inn í kavan, meðan stóru rotorbløðini bert eru sentimetrar frá fjallaskráanum.
Her hongur tyrlan so, til bjargingarfólkini eru sloppin úr henni og kunnu koma teimum neyðstøddu til hjálpar.
- Veðrið í fjøllunum var ógvuliga umskiftandi henda dagin, og hetta kundi havt gjørt, at vit eftir fáum minuttum ikki fingu veitt hjálpina, sigur tyrluskiparin, Jean-François Martin, við Independent. (Trýst á leinkjuna, og tú sært hendingina).
Hann vísir á, at tyrlumanningin valdi at royna henda háttin fyri at kunna gera so skjótt av sum gjørligt.
- Hetta er ein ”manøvra”, sum vit venja ofta, soleiðis at hon kann brúkast undir slíkum umstøðum, har tíðin er ógvuliga dýrabar, sigur tyrluskiparin, Jean-François Martin.










