Niðurlendski venjarin hjá TB, Robert Roelofsen hevur ongar umberingar fyri lemjandi 1-5 ósigurin hjá sínum leikarum, tá TB tapti 1-5 ímóti Skála fyrr í dag.
Robert Roelofsen viðgongur, at talan var um ein totalan off-dag hjá TB. Hann vísir tó á, at fimm dystir uppá 14 dagar hevur verið hart hansara ungu leikarar.
Robert Roelofsen staðfestir, at dysturin í dag er ein læripengi og ein áminning um, at TB-arnir mugu stríðast í hvørjum dysti, sum gjørt var í 2-1 heimasigrinum ímóti NSÍ farna mikudag.
Niðurlendski venjarin er ikki heilt nøgdur við átta stig aftaná fyrsta triðingin av kappingini. Hann heldur TB hevur staðið seg væl ímóti ovaru liðunum, men hevur staðið seg verri ímóti liðunum í tí niðaru helvtini av stigatalvuni.
Robert Roelofsen harmast, at Rógvi Joensen hevur fingið ein vøddaskaða, og staðfestir, at tað gongur nakað av tí, áðrenn Rógvi Joensen verður at síggja á vølli fyri TB aftur.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var á Rás2 við Robert Roelofsen fyrr í dag.