Ein tosaði í telefon hin hevði ikki koyrikort

Tveir bilførarar fingu bót, tá løgreglan í gjár kannaði ferðsluna

Tá løgreglan í gjár gjørdi kanningar í Klaksvík, var ein bilførari tikin fyri at koyra í fartelefon, meðan hann koyrdi. Tað er ikki loyvt, og tí fekk hann 1.500 krónur í bót.

 

Verri gekk hjá einum bilførara í Vágum. Tá løgreglan steðgaði honum, vísti tað seg, at hann ikki hevði koyrikort. Hann hevði havt koyrikort, men hevði mist tað. Hóast frádømingartíðin langsíðani var farin, so hevði hann ikki tikið koyrikortið aftur. 

 

At verða tikin fyrstu ferð uttan koyrikort kostar 5.000 krónur, so tað bótina fekk hesin bilførarin.